Noomi hevur starvast í bókhaldi í hálva øld

Noomi Thomsen byrjaði í starvinum hjá Klaksvíkar kommunu í 1974, og hon hevur sostatt starvast undir átta heili borgarstjórum.

Fyrrapartin í dag var hátíðarhald í býráðshúsunum í Klaksvík.

 

Orsøkin var, vita tey í Klaksvíkar kommunu at siga, at fráfaringarløta var fyri Noomi Thomsen.

 

- Hon hevur starvast í bókhaldinum í heili 50 ár, siga tey í kommununi.

 

Noomi Thomsen byrjaði í starvinum í 1974 og hevur sostatt starvast undir átta heili borgarstjórum.

 

- Teir eru Tryggvi Laksáfoss, Jógvan Isaksen, Óli E. Heinesen, Jógvan við Keldu, Steinbjørn O. Jacobsen, Gunvá við Keldu, Jógvan Skorheim og Karl Johansen.

 

Við hátíðarhaldið helt borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, eina røðu fyri Noomi Thomsen.

 

Øll røðan kann lesast á heimasíðuni - www.klaksvik.fo