Í dag fara einir 4-5 bátar úr Klaksvík og ein úr Hvannasundi til útróðrar við línu. Hesir bátar eru ikki raktir av verkfalli Útróðrarbáturin Gudrun í Klaksvík, sum hevur verið við línu í nátt, fekk sløk 5.000 pund av toski og hýsu, sum teir seldu á uppboðssølu í morgun. Teir seldu veiðina fyri miðalprísin 24,60 krónur fyri kilo.
Besti prísur fyri toskin var 30 krónur fyri kilo, og fyri bestu hýsuna fingu teir 23,80 krónur fyri kilo.
Gudrun hevði soleiðis eina góða sølu, nú fiskiskipaflotin annars liggur.
Virkini, ið keyptu veiðina, vóru Valhalla, Fiskavirkið í Gøtu og Rainbow Seafood.
Umleið helmingurin av veiðini hjá Gudrun var hýsa og hin helmingurin toskur.
Úr Klaksvík verður sagt, at fiskurin var bæði feitur og góður.
Í dag fara einir 4-5 bátar úr Klaksvík og ein úr Hvannasundi til útróðrar við línu.
Spennandi verður at síggja, hvussu fiskiskapurin fer at vignast, og hvussu sølan hjá bátunum verður í morgin, tá ið teir koma aftur av útróðri.
Hesir bátar eru ikki raktir av verkfallinum hjá Føroya Fiskimannafelag.