Michael Rasmussen, sum í løtuni hevur gulu føraratroyggjuna í Tour de France, sleppur ikki í part á danska landsliðnum. Jesper Worre sigur vegna danska súkklusambandið, at tey eru vitandi um, at Rasmussen í fleiri førum ikki hevur sagt dopingmyndugleikunum frá, hvar hann venur. Dopingmyndugleikarnir hava rætt at gera ófráboðað eftirlit – eisini til venjingar – men tað er nú heldur trupult, um tað ikki ber til at finna súkklaran, skilst.