Gull- og silvurvinnararnir spæla finaluna

Í gjár vunnu tey bæði sínar dystir móti ávíkavist B36 og KÍ.

Ronnie Samuelsen skeyt einsamalla málið, tá silvurvinnararnir frá í fjør bastu B36. Talan var um heldur merkisvert mál, tá bólturin varð gúppaður av miðvøllinum og støkk eina ferð í svørðin, áðrenn hann í einum bleytum boga fór upp um Jákup Mikkelsen í B36-málinum.

 

Í seinna dystinum í gjár vann HB 2-1 á KÍ. Rókur av Fløtum Jespersen legði HB á odda, men Kaj Ennigarð skapti tó spenning, tá hann javnaði við einum vøkrum máli.

Føroyameistararnir fingu tó seinasta orðið í dystinum, ta Kári Nielsen fann vegin til meskarnar og sigursmálið.

 

Í dag spæla KÍ og B36 klokkan 12.45. Finaludysturin verður klokkan 15.