Gull og skreyt í Klaksvík

Meistararnir úr KÍ og tær á mótstøðuliðnum hesa ferð, B68, fáa heiðursmerki í Klaksvík, meðan tað verður roknað við, at B36 skal hava silvurkrónurnar í Gundadali

1. DEILD KVINNUR

Í morgin verður síðsta umfarið í kvinnukappingini spælt. Tað er longu langt síðani greitt, at steypavinnararnir úr KÍ eisini eru meistarar. KÍ kvinnurnar fyrireika seg til Europa Cup umfarið, sum tær skulu til Svøríkis at spæla í. Mikudagin vóru tær frá morgunstundini av og inntil seint á kvøldi á Svangaskarði, har tær vandu seg at spæla á grasi. Eitt nú spældu tær mikukvøldið tríggjar ferðir 25 minuttir ímóti U?19 kvinnulandsliðnum, sum fyrireikar seg til EM undankapping.
Men í morgin fara KÍ kvinnurnar eina løtu at venda tankunum frá Europa Cup og til heimligu kappingina. Tá skulu tær spæla á heimavølli ímóti B68, og aftaná fara umboð fyri FSF at handa KÍ gullkrónur og FM steypið, sum tær eisini vunnu í fjør og í fyrraárið. Harvið fáa tær steypið til ognar, sum Vogue gav í 1995.
Harvið kunnu KÍ kvinnurnar lata seg fagna av trúgvu viðhaldsfólkunum, sum sammett við aðra staðni møta væl upp til dystirnar, og nú fáa møguleikan at takka góða liðnum fyri ídni, nærlagni og gott fótbóltsspæl og ein einastandandi hugburð, tá tað ræður um at fáa fíggjarligt grundarlag til vega undir altjóða luttøkuni.
Tað er greitt, at mótstøðuliðið hjá KÍ í morgin, B68, fer at fáa heiðursmerkir. Í FSF rokna teir við, at talan verður um bronsumerkini. B68 hevur ein lítlan møguleika at røkka silvurkrónunum, og tær ætla at gera sítt til at fáa fínaru merkini. Kravið er, at tær vinna á KÍ, og at HB megnar at vinna á B36, sum liggur til at vinna silvurmerkini.
? Tað er kanska ikki nógv, sum bendir á, at HB fer at vinna á B36. Men vit ætla at gera okkara. Vit hava staðið okkum væl í undanfarnu dystunum ímóti KÍ, og vit vóna, at áskoðararnir, sum fara at møta upp at heiðra KÍ fyri væl uppiborna FM heitið, verða vitni til ein góðan dyst, sigur Herman Jacobsen, sum er venjari hjá B68 kvinnunum.
Tá hann sigur, at B68 hevur staðið seg væl í síðstu dystunum ímóti KÍ, so sipar hann til teir báðar síðstu dystirnar á Toftum. B68 vann annan 2?1, og KÍ vann hin 2?1. Fyrr í summar tapti B68 7?1 í Klaksvík, men úrslitini hava víst, at talan hevur verið um stóra framgongd hjá B68 síðani tá. Kortini undirstrika tey á Toftum, at sjálvandi er KÍ favorittur í morgin.
Síðsti dysturin verður millum Skála og GÍ.