Gull til Bjørk og Rúna

Innandura danmarksmeistaraskapið fyri ung í frælsum ítrótti er í Skive hetta vikuskiftið. Fimm ungir føroyskir rennarar eru við í kappingini, og fyrsti dagurin hilnaðist væl hjá ungu føroysku vinnarunum.

 

Bjørk Herup Olsen gjørdi enn einaferð vart við seg, tá hon vann gull á 3000 metrum í bólkinum gentur 18-19 ár, við tíðini 10.02,47 min og setti hon samstundis nýtt føroyskt innanduramet við einari betran góð uppá góð 14 sekund. Bjørk var heili 25 sek frammanfyri nr. 2 í kappingini

 

Rúni Seloy vann gull á 800 metrum í bólkinum dreingir 15-16 ár, og setti Rúni fyri fyrstu ferð nýtt føroysk met. Tíðin hjá Rúni var 1.59,62 min.

 

Marnar Djurhuus vann silvur á 800 metrum í bólkinum dreingir 14-15 ár. Tíðin hjá honum gjørdist 2.14,91 min.

 

Við í kappingini vóru eisini Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen. Tey bæði komu á mál sum nr. 6 hjá ávikavist kvinnum og monnum

 

Seinni í dag skulu tey øll aftur í eldin. Rúni Seloy og Rebekka Fuglø skulu taka lut á 400 metrum, meðan hini trý, Bjørk Herup Olsen, Marnar Djurhuus og Jan Elmar Sørensen skulu taka lut á 1500 metrum.