Liðskiparin hjá Sandnes ULF, Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagar hansara í Sandnes ULF hava lagnuni í egnum hondum nú fýra dystir eru eftir at leika í bólki 1 í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Í dag vann Sandnes á heimavølli stórsigur 4-0 (1-0) á Vard Haugesund. Kaloyan Kalinov Kostadinov, Sander Saugestad, Endre Hjertager Osenbroch og Kevin Nilsen Pereira syrgdu fyri málunum hjá Sandnes. Ígjár taptu nærmastu kappingarneytarnir, Sotra 1-2 fyri Sandviken.
Sandnes er tí greitt oddalið við 47 stigum fyri 22 dystir. Sotra hevur 42 stig fyri 22 dystir.
Sandnes hevur heimadystir eftir at leika móti Brattvåg og Arendal, og útidystir at leika móti Lysekloster og EIK-Tønsberg. Vinna Gullbrandur og liðfelagarnir tríggjar av hesum fýra dystunum, ella vinna tveir og leika tveir javnar er fyrsta plássið, og beinleiðis uppflytingin tryggjað. Minni kann eisini gera tað um Sotra missir stig í einum av teirra fýra seinastu dystum.
Sotra hevur tveir útidystir móti Jerv og Brattvåg, og heimadystir móti Vard Haugesund og Lysekloster eftir at leika.
Liðið sum endar fremst flytur beinleiðis upp í næstbestu norsku fótbóltsdeildina. Liðið sum endar næstfremst skal spæla dystir um uppflyting. Fyrst móti tveyaranum í bólki 2, og síðani tveir dystir móti triðaftasta liðnum í næstbestu deildini.