Ein steypafinala er ein steypafinala, og tá ið talan er um steypafinalu, so er møguleiki fyri øllum.
Soleiðis plagar at verða sagt, og soleiðis var tað í kvøld, tá ið steypafinalan í kvinnufótbólti var á Tórsvølli.
KÍ er FM favorittur, og KÍ varð roknað at vera favorittur, tí í landskappingini er KÍ 21 stig frammanfyri HB.
Men tað var HB, sum vann 1-0. Málskjútti eftir horna var miðvallarin Rúna Jacobsen.
Hetta er sætta ferðin, at HB er steypavinnari, og hetta er fyrsta ferðin síðani 2019, at HB er steypavinnari.
HB skoraði málið, tá ið lítil hálvur tími var farin. Tað bar við sær fínar fyritreytir hjá HB, sum hevði tríggjar í miðverjuni og tveir vongverjar, fýra á miðvøllinum og eina fremst.
Eftir steðgin royndi KÍ at leggja nógv fyri, og tað vóru spentar støður frammanfyri HB brotsteigin. HB málverjin Gunnvá Lützen hevði onkrar fínar bjargingar, og sum oftast eydnaðist tað ikki hjá KÍ at spæla seg til so nógvar upplagdar málmøguleikar. Hugflogið vísti seg ikki at vera so stórt, og HB dugdi væl at verja fyri, tá ið tær bláu royndu seg við longum sendingum.
Tá ið KÍ so spenti álopsbogan, sum varð varð gjørt í seinna hálvleiki, so bar tað við sær, at HB í onkrum førum var tætt við at økja um leiðsluna.
-Hetta er sera góð kensla, og eg eri errin av gentunum og tí, sum vit løgdu fyri dagin. Vit hava alla vikuna lagt dent á verjuspælið, og at tað skuldi vera tætt millum spælararnar og millum keturnar, og tað eydnaðist væl. Vit vóru ikki favorittar, men nú eru tað vit, sum eru steypavinnarar, og tað stórfegnast vit um, sigur Rúna Jacobsen, sum skoraði HB sigursmálið, við Televarpið.
##med2##