Gullbrandur og liðfelagarnir taptu greitt á heimavølli

Sandnes ULF tapti 1-4 fyri í venjingardysti leygardagin

Føroyski U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard var við frá dystarbyrjan í venjingardystinum ígjár hjá Sandnes ULF á heimavølli móti Egersund, ið eins og Sandnes ULF spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað gekk av skriðuni hjá Sandnes í dag, ið mátti leggja rygg til eitt 1-4 tap. 1. februar stóð Sandnes annars fyri einum framúr góðum avriki við 2-2 javnleiki móti Viking Stavanger úr bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Komandi leygardag spælir Sandnes aftur venjingardyst á heimavølli. Tá verður tað Haugesund úr bestu norsku deildini, ið kemur á vitjan.

 

Kappingin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini byrjar 1. apríl. Í fyrsta umfarinum spælir Sandnes á heimavølli móti júst Egersund, ið teir taptu 1-4 fyri ígjár.