Menninir
- Vit fara so ikki niður fyri at tapa!
Soleiðis var greiða svarið, tá vit stutt undan oyggjaleikafráferðini spurdu Johan Petur á Stongum, hvørt hann roknaði við, at tað hesa ferð skal gerast til gull hjá føroyska mansliðnum í flogbólti.
Bæði tosið og skrivingin hevur undan leikunum snúð seg um, at Føroyar í ár hava kanska besta mansliðið nakran tíð við sær til leikirnar, og hóast Johan Petur ikki leggur serliga nógv í samanberingar, so heldur hann, at tað sær gott út.
- Sjálvur haldi eg í øllum førum, at liðið tykist sterkari í ár, enn tað var seinast, og tá var í øllum førum nær við. Hinvegin vita vit jú ikki, hvussu støðan er hjá hinum liðunum, og tey kunnu væl eisini hava styrkt um sítt útgangsstøði.
Mugu tendra alt fyri eitt
Johan Petur sigur, at tey hava lagt nógv fyri í fyrireikingunum til leikirnar.
- Eg haldi ikki, at vit nakran tíð hava vant so nógv, sum vit hava gjørt seinastu tíðina. Frá kappingarloki til gallaveitsluna hildu vit frí, men so hava vit verið í gongd síðani. Hvørt vikuskifti og hvørt mikukvøld hevur venjing verið á skránni, og hesar seinastu tvær vikurnar venja vit hvønn dag. Við somikið strævnari skrá, so er eisini neyðugt, at venjingarstøaðn er í lagi.
- Hinvegin er tað spell, at vit ikki hava fingið nakra veruliga dystarvenjing. Kappingarnar her heima liggja jú stillar, og sæð burtur frá onkrum dysti móti unglingalandsliðnum, hava vit ongan dyst spælt yvirhøvur. Og heldur ikki undir venjingunum hevur tað borið til, tí tað er ikki fyrr enn seinastu dagarnar, at vit hava verið fullmannaðir til venjingarnar.
Blokkurin alt at siga
Spurdur, júst hvørjar styrkir føroyska liðið hevur, heldur Johan Petur, at tað einamest er eitt javnt sterkt lið, sum fer avstað.
- Sjálvandi er Rúni týdningarmikil, og hann hevur tikið seg nógv fram, meðan hann hevur spælt í Noreg.
- Men sum heild haldi eg, at okkara størsta styrki er, at vit ongar greiðar veikleikar hava. Mest týðandi er tó, at blokkurin riggar væl. Ger hann tað, so er tað munandi lættari hjá okkum at standa rætt í verjuni, og hon er so aftur grundarlag undir álopinum. So blokkurin er avgjørt tann parturin av spælinum, sum rigga alt fyri eitt. Við Gotlandi og Álandi longu í bólkaspælinum, mugu vit vera tendraðir frá fyrsta settinum, sigur Johan Petur Poulsen at enda.