Gullið er á trappuni í Sørvági

Flogbóltur kvinnur: Eftir trivaligan sigur í grannauppgerðini í gjár verður tað í morgin avgjørt, um Dráttur úr Miðvági fer at megna at gera nakað við tær úr Sørvági

Seinnapartin í morgin verður tað avgjørt, um tað verður SÍ úr Sørvági ella Dráttur úr Miðvági, sum fer at vinna FM í flogbólti fyri kvinnur.

SÍ er stórfavorittur. Í gjár var fyrra finalan, og hana vunnu tær úr Sørvági sera trygt. Settúrslitini vóru fil fyrimunar fyri SÍ 25 – 14, 25 – 18 og 25 – 15.

Hóast SÍ í gjár vann 3-0, so er møguleikin at vinna FM ikki burtur hjá Drátti. Um tað eydnast Drátti at vinna seinnu finaluna, so verður neyðugt við tí, sum verður nevnt gullsetti. Tað vil siga, at tá verður FM finalan avgjørd í einum setti.

Um favorittarnir í SÍ vinna dystin í morgin, so verður sjálvandi ikki neyðugt við gullsetti.

Flogbóltsfinalan hjá kvinnum verður í høllini á Hálsi í Havn klokkan 15.

https://www.in.fo/myndasavn/