Gulli komin við triðju fløguni

-

Vit vilja hervið siga frá, at Gulli Johansen er komin við næstu fløguni hjá Internal Healin »Immaculate Immanent Immutable Impetus« tann 3. hjá Gulla Johansen, tað vil siga, at hann nú hevur givið 41 sangir út uppá ca. 1 ár og hevur fingið 2 sangir við á 2 samlings fløgur, sum koma út í USA, har ein av teimum kemur við í »Guines recordbook« fyri at verða tann mest umfatandi samlings fløgan nakrantíð. Sigast kann eisini, at Gulli longu nú er í holt við tað 3. fløguna hjá Internal Healing, men kemur hon nokk ikki út fyrr enn einaferð í summar 2000. Tað verða 12 sangir á fløguni, og verða allir sangirnir ein samanhangandi søga. Gulli hugsar eisini um at geva eina stakfløgu út við hiphop sangum.

Um fløguna »Immaculate Immanent Immutable Impetus« kann sigast, at hon ikki líkist nøkrum, sum er komið út í Føroyum ella nøkrum sum er útkomið yvirhøvur. Tónleikurin er ein blandingur av trash, hiphop, dance, industiral, deathmetal og tecno, og kanska tú finnur ein annan stíl á her eisini, men eitt er felags, fyri allar fløguna, hetta er harður tónleikur, men á ymiskan hátt. Sangirnir eru so fjølbroyttir at ein kann ivast í, um hetta er ein fløga við fleiri bólkum á.

Gulli hevur eisini á hesari fløguni gjørt alt sjálvur uttan í »I love everything about you«, har hann aftur hevur fingið Mikkjal Hvannastein úr I AM at spæla sologuitara. Mikkjal spælir eisini bass og guitar í Jingelwell. Hann syngur eisini fyrsta versið. Ein stak skemtingarsamur sangur.

Vert er eisini at nevna, at mest sum øll tey løgnu ljóðini eru gjørd við guitar. Tekstirnar eru um einsemi, kærleika, rasismu, abort & Gud. Longu um ca. 2-3 vikur kemur ein onnur fløga á marknaðin frá ghj-production, ið er Plátufelagið hjá Gulli, fløgan eitur »Rock á klettinum«, og er tað ein savnsfløga við 10 ymiskum bólkum í Føroyum. Bólkarnir eru 1. Trinity. He died 2. Legacy: Fyri meg, fyri meg 3. Requite: Crucifier 4. Immorality Die: Don´t know the house 5. M.M.M.: Can´t be alone 6. Internal Healing: Felling the pain 7. Mikkjal Hvannastein: Always already 8. Krit: Do you love me too 9. Fear Machine: The same 10. W.T.T.W.: Life