Gullið skiftir eigara

Í kvøld verður tað avgjørt, um tað vera favorittarnir í EBS/Skála ella HB, sum fer at vinna steypakappingina hjá kvinnum

Klokkan 17.30 verður fyrsta bríksl í steypafinaluni hjá kvinnum. Tað eru EBS/Skála og HB, sum í løtuni fyrireika seg at spæla og stríðast um, hvat av hesum báðum liðunum skal taka ímóti steypinum, tá ið klokkan verður farin av hálvgum átta í kvøld.

 

Uttan mun til, um tað verður annað ella hitt liðið, so er tað greitt, at tað verður annar steypavinnari, enn tað hevur verið nógvu tey seinastu árini.

KÍ hevur vunnið allar finalurnar síðani 2010. Í fjør var tað ímóti HB, og í fyrraárið var tað ímóti EBS/Skála.

Í kvøld verður tað HB ella EBS/Skála, sum verður steypavinnari.

EBS/Skála sendi í hálvfinaluni KÍ úr kappingini, og støðutalvan í FM kappingini sigur, at EBS/Skála er favorittur. Tær í Sundalagnum og á Skála hava vunnið allar fýra ferðirnar, sum liðini hava dystast í landskappingini – 2-1 og 4-0 á heimavølli og 2-1 og 4-1 á útivølli.

Á støðutalvuni er EBS/Skála ovast við 45 stigum, og HB er á triðja plássi við 26 stigum.

Í báðum legunum verður tað gjørt nógv burturúr upp undir finaluna.

-Hjá okkum ræður um at duga at liva við leiklutinum sum favorittar. Tað rokni eg avgjørt við, at vit fara at gera. Tað ræður um at spæla okkara spæl og at ansa eftir, at tær ikki verða vandamiklar. Tað eru tær, tá ið tær við longum og høgum sendingum leggja fram til skjótu álopsspælararnar, sigur Ansy Sevdal, miðvallarin og liðformaðurin hjá EBS/Skála.

 

-Vit spæla ímóti toppliðnum, og vit vita, at tær eru favorittar. Men samstundis rokna vit við møguleikanum, at tað skal bera til. Ein finala er ein finala, og síðsta sunnudag vístu vit ímóti KÍ, at vit kunnu standa okkum væl ímóti favorittum, tá ið tað endaði 1-1 í Gundadali, sigur HB framherjin Elin Maria Isaksen, sum skoraði HB málið í javnleikinum ímóti KÍ.

Hon hevur tríggjar ferðir áður verið í steypafinalum og tapt tær allar ímóti KÍ - tvær ferðir við HB og einaferð við AB.

 

HB hevur ikki vunnið steypakappingina hjá kvinnum síðani 2001 - eftir brotssparkskapping ímóti KÍ - og EBS/Skála hevur ongantíð vunnið steypakappingina. Skála vann finaluna í 1992 - 2-1 ímóti VB.