Gullið verður handað í Klaksvík

Bæði menninir hjá Fleyr og kvinnurnar hjá Drátti spæla ársins seinasta dyst í Klaksvík. Har fáa føroyameistararnir eisini handað steyp og gull eftir dystirnar leygardagin

Flogbóltur

Eingin spenningur er undan seinastu dystunum í bestu mans- og kvinnudeildunum í flogbólti um vikuskiftið.
Menninir hjá Fleyr og kvinnurnar hjá Drátti hava tryggjað sær føroyameistaraheitið, og tá ið hesi lið spæla sínar seinastu dystir í Klaksvík leygardagin, eru teir uttan týdning.
Hjá monnunum spæla tey bæði bestu liðini í ár, Fleyr og Mjølnir. Klaksvíkingar vunnu steypafinaluna ímóti Fleyr, men í landskappingini hevur Fleyr havt munin. Mjølnir hevur tryggjað sær silvurið í landskappingini, so dysturin leygardagin snýr seg bert um heiðurin at vinna.
Hin dysturin hjá monnum leygardagin verður á Kambsdali, har SÍ og ÍF spæla. SÍ hevur vunnið bronsuna, meðan ÍF ikki kann broyta sína støðu sum nummar fýra í deildini.

Toppur og botnur
Hjá kvinnum er tað toppur og botnur, sum hittast í Klaksvík. Dráttur hevur alt kappingarárið verið tað besta kvinnuliðið, meðan Mjølnir hevur havt tað trupult í ár. Mjølnir er við at spæla eitt nýtt lið saman, og tað krevur tol og tíð.
Mjølnir liggur aftast í deildini og skal spæla niðurflytingardyst ímóti Fleyr mitt í næstu viku.
Tveir aðrir dystir verða hjá kvinnum. Á Tvøroyri spælir næstfremsta liðið, TB, ímóti KÍF, og á Kambsdali verður dystur millum ÍF og SÍ. Her kann tað henda, at um TB tapir og ÍF vinnur, so fer ÍF við silvurinum, men TB kann avgera alt sjálvt við at vinna.