Gulllaksasesongin royndist frægari í ár

- Í fjør var marknaðurin vánaligur, men í ár hevur hann verið betur, tó at vit kundu ynskt okkum, at hann var uppaftur betur. Hetta árið hevur helst ikki verið so gott hjá skipunum; tey hava fingið lægri prís, samstundis sum oljuútreiðslurnar eru øktar, sigur Jóan Magnus Rasmussen, sum kortini væntar, at gulllaksasesongin hevur verið líka fræg fyri skipini, sum tíðin annars hevði verið, um tey vóru á upsaveiði í hesum tíðarskeiði

Gulllaksur

Gulllaksatíðin er av á hesum sinni og tey fýra skipini, sum hava verið á gulllaksaveiði, Polarhav, Stjørnan, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, eru farin aftur á upsaveiði.
Á Tavuni í Leirvík, har tey hava arbeitt gulllaks í summarhálvuni í meira enn 10 ár, eru tey farin at rigga til at arbeiða upsa, soleiðis sum tey hava gjørt í vetrarhálvuni í fleiri ár.

Betur í ár
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni, sigur, at tey eru nøgd við gulllaksasesongina í summar.
- Í fjør var marknaðurin vánaligur, men í ár hevur hann verið betur, tó at vit kundu ynskt okkum, at hann var uppaftur betur.
Keyparalondini eru fleiri, harav Noreg er hitt størsta, og gulllaksafarsið verður avskipað gjøgnum alt árið.
- Vit hava søluavtalur um alla framleiðsluna, sigur hann.
Skipini byrjaðu fyrr at fiska í ár enn vanligt hevur verið, men tey góvust eisini nakað fyrr.
- Vit plaga at siga, at vanliga sesongin er frá mai og til og við september, men í ár arbeiddu vit allan apríl mánaða eisini.
Hann vísir á, at í fjør byrjaðu skipini ikki at fiska fyrr enn fyrst í juni  og tey góvust longu til ólavsøku.
Jóan Magnus sigur, at nú framleiðslan av gulllaksafarsi er liðug fyri hesaferð, hevur Tavan keypt 5.200 tons av rávøru.
- Vit settu nøsina upp ímóti teimum 5.500 tonsunum í ár, so hetta er á góðari leið. Í fjør keyptu vit einans 2.200 tons, tá ið marknaðurin var so vánaligur. Í 2001 keyptu vit størstu nøgdirnar nakrantíð, nevniliga 8.200 tons.
Aftrat nøgdunum, sum Tavan hevur keypt, eru nakrar lastir eisini lagdar upp í Kollafirði, so talan er helst um eina samlaða gulllaksaveiði í ár, sum liggur um eini 7.000 tons.

Lakari fyri skipini
Stjórin heldur ikki, at hetta árið hevur verið so gott hjá skipunum, sum hann kundi ynskt sær.
- Skipini hava fingið lægri prís, samstundis sum oljuútreiðslurnar eru øktar. Vit vóna, at prísirnir verða betur komandi ár, so meira eisini verður eftir til skip og manningar, sum vit hava gott samstarv við.
Hann sigur, at skal gulllaksafiskiskapurin loysa seg, er neyðugt, at nøgdirnar, sum skipini fáa, eru stórar.
- Eg vænti tó, at gulllaksasesongin hevur verið líka fræg fyri skipini, sum tíðin annars hevði verið, um tey vóru á upsaveiði í hesum tíðarskeiði.
Jóan Magnus veit frá skipunum at siga, at tey eisini havt havt aðrar trupulleikar at drigist við í summar.
- Soleiðis, sum eg havi skilt, eru gulllaksaskipini vorðin nógv órógvaði av svartkjaftaskipunum, sum stundum hava ligið so innarliga. Svartkjaftaskipini hava trolað á somu leiðum, sum gulllaksaskipini plaga at royna á, og hetta hevur órógvað fiskiskapin hjá teimum. Somuleiðis hava svartkjaftaskipini havt loyvi at fiskað á leiðum, har gulllaksaskipini ikki sleppa at fiska.

Betur skipan
Hann heldur, at nú bløðini skriva, at tað so nógvur svartkjaftur er at fáa, átti svartkjaftaveiðan og gulllaksaveiðan at verið skipað soleiðis, at gulllaksaskipini ikki eru verri fyri úti á fiskileiðunum, enn tey hava verið hesi árini, tey hava verið á gulllaksaveiði.
- Skipini byrjaðu at fiska gulllaks longu í 1992, og tí átti henda veiða at havt tryggjað sær nøkur rættindi á grunninum, heldur Jóan Magnus Rasmussen og vísir á, at tað ikki átti at vera nakað forgjørt, um svartkjaftaskipini vóru nakað ytri enn gulllaksaskipini, sigur Jóan Magnus Rasmussen.