Tað hevur ikki gingið so væl hjá gulllaksaskipunum at fiska higartil í vertíðini í ár, sum onnur ár, tá tað hevur gingið best.
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni í Leirvík, sum hevur keypt fiskin hjá fýra partrolarum av teimum seks, sum eru á hesi veiði, sigur, at tað hevur tikið eina viku hjá skipunum at fáa uppí, og tað er longri enn vanligt, tá veiðan er góð.
Hann vísir á, at í byrjanini av vertíðini gjørdu tey bæði pørini ein góðan túr í part, men síðan hevur veiðan verið lakari.
Tá fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið upp á tað besta, hevur tað tikið skipunum einar 3-4 dagar at fáa uppí lastina.
- Men soleiðis hevur ikki verið higartil í ár. Nú hava skipini verið úti í eina viku, áðrenn túrur er liðugur, leggur hann aftrat.
Kuldaveður
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at ymiskar orsøkir kunnu vera til, at veiðan higartil í vertíðini ikki hevur verið so góð.
- Herfyri lá hann leingi við landnyrðingi, og eg haldi ikki, at teir, sum reka skipini, dáma so væl, tá hann liggur við kuldaætt. Gulllaksur verður veiddur niðri við botnin, og kanska flytir fiskurin seg longur upp í sjógvin, tá veðrið er kaldari. Tað er ilt at siga, men hetta kann vera ein orsøkin til lakari veiðina.
Hinvegin, sigur stjórin í Tavuni, at tað gongur altíð upp og niður í fiskiveiði, og soleiðis eisini við gulllaksaveiðini.
- Vit vóna tó, at veiðan verður betri, sum tíðin gongur, leggur hann aftrat.
Gongur væl
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at hóast fiskiveiðan higartil í ár ikki hevur verið av tí besta, hevur framleiðslan á virkinum gingið væl.
- Jú, vit skulu avgjørt ikki klaga. Tað hevur gingið væl at framleiða. Vit arbeiða við tvey skiftivaktum, men við tað, at tað hevur tikið longri tíð at fáa uppí skipini, hava vaktirnar ikki verið líka langur, sum tá mest hevur verið at gera.
Hann sigur, at vaktirnar, sum plagdu at vara í 10 tímar, ofta ikki hava verið meiri enn 8 tímar í vertíðini higartil, soleiðis sum ráfiskatilgongdin hevur verið.
- Hinvegin hevur tað gingið væl hjá skipunum at passa seg til landing, soleiðis at bæði pørini, sum vit keypa fiskin frá, ikki koma inn somu dagar.
Keypt seks lastir
Tavan í Leirvík hevur higartil í vertíðini keypt seks lastir. Tað eru Polarhav og Stjørnan og Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum virkið hevur keypt fiskin frá.
- Skipini hava higartil í vertíðini landað tríggjar ferðir hvørt parið, sigur Jóan Magnus Rasmussen.