Manshondbóltur
Tað var um at vera seinasta útkall hjá StÍF, tá teir sunnudagin vitjaðu hjá Neistanum. Gamaní hava strandingar sum einasta liðið enn ikki tapt nakran dyst í grundspælinum. Men spælið hevur langt ífrá verið á sama sannførandi støði, sum tað var í grundspælinum, og tveir javnleikir móti ávíkavist Kyndli og KÍF høvdu viðført, at VÍF hevði vunnið seg tvey stig framum á stigatalvuni, har strandingar tó áttu ein dyst tilgóðar.
Hesin dysturin var tann móti Neistanum, sum var á skránni sunnudagin. Eitt neistalið, sum als ikki tykist hava nátt somu hæddum í endaspælinum, sum teir gjørdu í grundspælinum, men tað hevði StÍF tó heldur ikki. Í øllum førum ikki fyrr enn sunnudagin.
Gullglottar
Tí tað var skjótt at staðfesta, at nú er StÍF um at koma fyri seg aftur. Fyrstu 20 minuttirnir var talan mest sum um uppvísing í, hvussu hondbóltur eigur at spælast. Við útgangsstøði í eini ágangandi og framrættaðari verju trýstu teir alla tíðina mótstøðumenninar, og tá hesir so framdu okkurt mistakið, gekk tað skjótt fyri seg hinvegin.
Í løtum tóktist dysturin mest ganga tann vegin, at meðan gestirnir koyrdu á við fullari ferð, so royndu teir á heimaliðnum mest sum bara at toga ferðina niður, men tað var tó heldur misjavnt, hvussu hetta hilnaðist.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tóktist gongdin í løtum vera hin sama, sum hon hevði verið fyrra umfarið. Nú kanska einamest tí heimaliðið hevði givið skarvin yvir. Har var als einki bit í skotroyndunum, sum Marian Cirloganescu sjáldan hevði nakrar stórvegis trupulleikar av, og so við og við bendi alt meira og meira á stórsigur til strandingarnar.
Ivaleyst roknaðu geistnri eisini við, at so var, og tá teir so ótilvitað settu ferðina nakað langt niður, bragdaði brádliga hjá Neistnaum. Áki Mørk og ikki minst Morgan Knezevic, sum annars hevur verið ein skuggi av sær sjálvum síðani jólasteðgin, tóktust nú brádliga at fáa ferð á. Átta mála leiðslan minkaði niður í helvt, og ein vón hómaðist hjá teimum bláu, men tað var tó skjótt, at eisini hendan varð sløkt. Strandingar settu ferðina eitt lítið vet upp afturat, soleiðis at tað kundi staðfestast, hvat liðið var hitt betra, og so kundi tað vera líkamikið, at Neistin aftur slapp at minka nakað um munin seinastu minuttirnar.
Klárt til gullbrakið
Við sigrinum vann StÍF sær sjálvandi tvey sera týdningarmikil stig, sum bera við sær, at tað stendur á jøvnum, nú vestmenningarnir koma inn á Skála mikudagin.
Kanska meira týdningarmikið var tó, at strandingar í løtum sýndu sama slag av spæli, sum undan vetrarsteðginum førdi teir á ovastu rók á talvuni. Kvika ágangandi spælið, har mótstøðuliðini sjáldan fáa meira enn brotpartar av sekundum at umráða seg í, var nú aftur sett á dagsskránna. Eitt spæl, sum er undirhaldandi at hyggja at, og ikki minst eisini sera effektivt, tá alt gongur í eina hægri eind, soleiðis at mótstøðuliðini sjáldan hava nakað mótvápn, tá StÍF rættiliga sleppur ígongd.
Um talan bert var um eitt eingangsupplivilsi hjá trúgvu áskoðarunum, ella um hetta er linjan, sum nú verður løgd, ber sjálvandi illa til at siga enn. Men tað líktist í løtum spælinum, sum kann tryggja strandingum gullið, og so er spurningurin bara, um teir aftur ? og helst yvir longri tíðarskeið enn 20 minuttir ? eru førir fyri at finna tað fram mikudagin.
Fyri Neistan var dysturin hinvegin enn ein staðfesting av, at liðið ikki skal verða partur av oddastríðnum í ár. Tað var annars nógv, sum bendi tann vegin eftir grundspælið, men síðani er nógv broytt. Enn heldur liðið tó fast um triðja plássið, men grannarnir úr Kyndli hava nú togað seg upp á sama stigatal, so heiðursmerkini standa upp á spæl, tá grannauppgerð verður í Havn komandi mikukvøld.
Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 25-30 (9-13)
Málskjúttar:
Neistin: Áki Mørk 6, Morgan Knezevic 6(2), Ræni Slættanes 3, Helgi Justinussen 3, Ragnar Stakksund 2, Kári Mortensen 2, Dann Tholeifsson 2, Birgir Kass 1
StÍF: Costin Dumitrescu 9(4), Sveinur Justinussen 5, Kristjan Petursson 4, Bent Djurhuus 4, Andre F. Danielsen 3, Alexandur Johansen 3, Jón Ramussen 1, Artur Johansen 1
Brotskøst: Neistin 4, StÍF 4
Útvísingar: Neistin 1, StÍF 3
Dómarar úr Tjaldri: Hartvig Joensen & Trygvi Mortensen. Komu væl frá uppgávuni. Ikki minst tí teir alla tíðina royndu at hava samband við leikararnar.