Gunnar Johannesen vann FIFA kappinga

Í gjár var finaluumfarið í FIFA kappingini spælt í Klingruni í Hoyvík. Vinnarin gjørdist 14 ára gamli Gunnar Johannesen av Sandi.

Í mars mánaði hevur Føroya Tele skipað fyri FIFA kapping kring alt landið. Spælt var á PlayStation 3 og við spælinum FIFA11. Kappingin byrjaði tann 5. mars, og yvir 150 luttakarar hava verið við.

64 luttakarar komu víðari til bólkaspælið, sum byrjaði klokkan 10 í gjár. Kappingin um fýra tey síðstu plássini og sjálv finalan varð víst á 15 fermetra stórum LED stórskíggja, og tí var góður møguleiki hjá áskoðarunum at fylgja við.

Finalan stóð millum Gunnar Johannesen av Sandi og Karl Johansen úr Havn. Gunnar vann dystin og tryggjaði sær eina ferð fyri tvey til Premier League dystin ímillum Manchester United og Chelsea 7. mai. Vinnungurin fyri annað plássið var ein iPad.

Ragnar Mørkøre tryggjaði gjørdist nummar trý, og hann vann eina HTC Wildfire fartelefon.