Gunnar og FH mistu aftur sigurin úr hondum

Aftur í gjár vóru FH og Gunnar Nielsen á sigurskós í íslendsku pepsideildini, men tað helt ikki

Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH vóru aftur á sigurskós, og mistu aftur sigurin ímóti dystarenda í dysti í pepsideildini í gjár. Gunnar Nielsen vardi málið frá byrjan. Í gjár var Sonni Ragnar Nattestad ikki eingong á beinkinum.

 

 

FH vitjaði ÍBV úti í Heimey á Vestmannaoyggjunum í dag. 641 áskoðarar sóu ÍBV og FH spæla javnleik 1-1 á Hásteinsvøllinum. Støðan í steðginum var javnleikur 0-0. Gunnar Nielsen hevði eina rimmar bjarging í 33. minutti, tá Mikkel Maigaard hjá ÍBV hevði eina góða roynd á málið hjá FH.

 

 

Jérémy Serwy legði FH á odda 1-0, tá bert seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá Fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Søren Andreasen til 1-1, og tryggjaði ÍBV eitt stig.

 

 

Heimir Guðjónsson, høvuðsvenjari hjá FH segði í samrøðu við Morgunblaðið, at hann var als ikki nøgdur við verjuspælið hjá FH. 

 

 

Mikukvøldið tekur FH ímóti FC Dundalk úr Írlandi í seinna dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League. Fyrri dysturin í Írlandi endaði við javnleiki 1-1.

 

 

FH er framvegis á odda í pepsideildini, men tað er sera spennandi í oddinum, sum støðan eisini vísir : 

 

1FH11    641    15:722
2Fjölnir1061322:1119
3Víkingur Ólafsvík1053214:1318
4Stjarnan1052318:1317
5Breiðablik1051410:816
6Valur1042415:1114
7ÍBV1142512:1214
8ÍA1041512:1713
9Víkingur Reykjavík1033414:1212
10KR102448:1110
11Fylkir102269:158
12Þróttur R.102179:287