Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, ið vann 4-2 á Fram á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum í kvøld. Talan var um ein sera lívligan dyst har FH hevði 12 royndir móti málinum hjá Fram, og Fram hevði fimm royndir móti málinum hjá FH, har Gunnar vardi væl í onkrum førum.
Tá eitt lítið korter var eftir var Fram á odda 2-1, men so hevði FH ein ótrúligan endaspurt sum tryggjaði hafnfirðingum trý stig.
FH-Fram 4-2 (1-2)
0-1 Albert Hafsteinsson (20.)
1-1 Matthías Vilhjálmsson (21.)
1-2 Alexander Már Þorláksson (26.)
2-2 Ólafur Guðmundsson (77. min)
3-2 Máni Austmann Hilmarsson (89.)
4-2 Vuk Oskar Dimitrijevic (90.)
Hallur Hansson spældi allan dystin fyri KR sum á heimavølli tapti 0-1 fyri Breiðablik. Breiðablik spældi rættiliga hart, og teir fingu fimm gul kort meðan KR bert fekk tað eina gula kortið.
KR-Breiðablik 0-1 (0-0)
0-1 Jason Daði Svanþórsson (48.)
Komandi leygardag spælir KR móti Vali á útivølli. Dagin eftir spælir FH móti Breiðablik á útivølli.
Støðan:
Nummar | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | Stig |
1 | Breiðablik | 2 | 2 | 0 | 0 | 5:1 | 6 |
2 | KA | 2 | 2 | 0 | 0 | 4:0 | 6 |
3 | Valur | 2 | 2 | 0 | 0 | 3:1 | 6 |
4 | Akranes | 2 | 1 | 1 | 0 | 5:2 | 4 |
5 | Stjarnan | 2 | 1 | 1 | 0 | 5:2 | 4 |
6 | KR | 2 | 1 | 0 | 1 | 4:2 | 3 |
7 | FH | 2 | 1 | 0 | 1 | 5:4 | 3 |
8 | Víkingur R. | 2 | 1 | 0 | 1 | 2:4 | 3 |
9 | ÍBV | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:5 | 0 |
10 | Keflavík | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:5 | 0 |
11 | Leiknir R. | 2 | 0 | 0 | 2 | 0:4 | 0 |
12 | Fram | 2 | 0 | 0 | 2 | 3:8 | 0 |