Tað endaði 3-1, tá ið Víkingur seinnapartin spældi venjingardyst í Sarpugerði ímóti EB/Streymi.
Niklas Kruse legði gestirnar framum, tá ið eitt lítið korter var farið. Hann stútaði bóltin í málið, eftir at tað varð lagt innfyri við hornasparki. Vongverjin í vinstru, Magnus Jarnskor, sum er annar av fyrrverandi Víkingaspælarin á liðnum hjá gestunum, legði innfyri. Hin fyrrverandi Víkingaspælarin er Magnus Heinason, sum var fremstur í álopinum.
Tríggjar minuttir seinni javnaði Gunnar Vatnhamar. Aftur hesa ferð var tað við høvdinum og eftir at lagt varð innfyri við hornasparki.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Gunnar Vatnhamar heimaliðið framum við fínum langskoti. Hann skoraði tvey mál, tá ið Víkingur fyri einari viku síðani vann 5-3 á Skála, og aftur í dag var miðvallarin tvífaldur málskjútti.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði innskifti Tonni Thomsen til 3-1. Hetta mundi vera eftir besta álopið í Sarpugerði í dag, verður sagt úr Sarpugerði.
Miðverjin Vukasin Tomic og Finnur Justinussen, sum er ætlaður at vera fremsti víkingurin, eru ikki farnir at venja enn.
Noah Mneney var í miðverjuni hjá Víkingi saman við Atla Gregersen, og ungi Geza David Turi var á sentrala miðvøllinum saman við Gunnari Vatanhamar.
Hjá EB/Streymi var Símun Sólheim, sum er komin frá HB, var framrættaður sentralur miðvallari. Einki var at síggja til miðverjan Andrass Olsen ,og Ragnar B. Danielsen, sum í vikuni skrivaði undir nýggjan sáttmála við EB/Streym, varð skiftur inn eftir steðgin.