Gunnar Vatnhamar er millum 10 teir bestu útlendingarnar í Íslandi

Sambært serfrøðingum hjá RÚV er leirvíkingurin millum 10 teir bestu útlendsku leikararnar nakrantíð í íslendskum fótbólti

Samansett mynd: RÚV

Ítróttardeildin hjá íslendska kringvarpinum, RÚV hevur sett eitt panel við 19 monnum og kvinnum við góðum skili fyri íslendskum fótbólti.

 

Uppgáva teirra var at velja 10 teir bestu útlendsku leikararnar í søguni hjá bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Millum teir 10 kosnu er Gunnar Vatnhamar. 31 ára gamli leirvíkingurin hevur síðani 2023 spælt við Víkingi Reykjavík.

 

Gunnar er nummar 10 á listanum. 

 

Fremst á listanum er danski áleyparin, Patrick Pedersen sum hevur skotið 134 mál í 207 dystum fyri Val síðani 2019.

 

HER  sæst stóra yvirlitið hjá RÚV við greiningum um Gunnar og hinar níggju á listanum. 

 

Topp 10 listin sær soleiðis út:

 

1. Patrick Pedersen

2. Steven Lennon

3. Luka Kostic

4. Tommy Nielsen

5. Pablo Punyed

6. Zoran Miljkovic

7. Allan Borgvardt

8. Mihajlo Bibercic

9. Nikolaj Hansen

10. Gunnar Vatnhamar

 

##med2##

 

Samansett mynd: RÚV

Samansett mynd: RÚV