Gunnar verjir føroyska málið

Tað verður Manchester City eykamálverjin Gunnar Nielsen, sum fer at standa millum stólparnar, tá ið føroyska landsliðið í kvøld fer at stríðast ímóti Týsklandi í Hannover. Tað hava umboðini fyri Miðlahúsið í týska býnum fingið upplýst seinnapartin.

Burtursæð frá at Jákup Mikkelsen ikki verður millum stólparnar, so fer liðið at síggja út sum tað gjørdi frá fyrsta bríksli í Reykjavík fyri einum mánað síðani: Gunnar Nielsen, Manchester City – Jónas Þór Næs, Valur, Odmar Færø, Forfar, Rógvi Baldvinsson, Ålgård, Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ – Daniel Udsen, FC Helsingør, Fróði Benjaminsen, HB, Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF, Hallur Hansson, HB, Símun Samuelsen, HB – Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger.

Fyrsta bríkslið í Hannover Arena verður klokkan 19.45.