Felagið er nú stovnað, sum tekur yvir P/F Bilasøluna á Vegnum Langa 43 í Hoyvík.
SP/F VL 43 eitur felagið, sum nú eigur Bilasøluna í Hoyvík, sum umboðar VW, Audi, Seat og Mazda.
Fyrstu trý árini hevði Bilasølan, sum Øssur Johannesen stovanði í 1993, umboð uppá VW og Audi, men í 1996 fekk felagið eisini umboð uppá SEAT, ið er partur av sterku VW-familjuni. Í 2004 yvirtók Bilasølan eisini Mazda umboðið í Føroyum, sum Johannes Berg hevði havt síðani 1967.
Tað er Gunnar Justinussen í Havn, sum hevur stovnað og eigur nýggja felagið, og hann er eisini stjóri í felagnum, sum nú eigur Bilasøluna.
Tað var í ringastu krepputíð, at Øssur Johannesen kepyti fyritøkuna. Tá var bilasøla í Føroyum so at siga steðgað upp. Tá hon var lægst hesa tíðina, vórðu bara seldir um 125 bilar í Føroyum tað eina árið. Til sammetingar kann sigast, at bara tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár vórðu seld 315 akfør.
Seinni kom Schuman Hjaltalin upp í virkið hjá Øssuri Johannesen, og hava teir báðir verið stjórar seinastu mongu árini.
Tað var annars Beinar Vestergaard, sum í sínari tíð hevði Bilasøluna Norrøna, sum fyrstu árini helt til úti á Boðanesi í Havn. Hann var ein av teimum fyrstu, sum bygdi nýggjan virkisbygning í Hoyvík seinast í sjeytiárunum. Seinni í áttatiárunum yvirtók Ásmundur Joensen Bilasøluna. Hetta felagið fór av knóranum í kreppuni fyrst í nítiárunum.
Úrslitið hjá P/F Bilasøluni í 2013 var eitt lítið hall upp á 91.000 krónur. Felagið hevur havt hampulig úrslit seinastu árini, og er eginognin í felagnum 7,8 milliónir krónur. Sambært seinasta roknskapi starvast 15 fólk í felagnum.
Frammanundan eigur Gunnar Justinussen P/F Wenzel, sum umboðar merkini Ford og Volvo í Føroyum. Eftir yvirtøkuna av Bilasøluni umboða feløg hjá Gunnar Justinussen seks bilmerki í Føroyum.