– Mær dámdi sera væl starvið sum borgarstjóri, og eg hevði fegin viljað tikið við aftur sum borgarstjóri. Men eg gjørdist ikki fyrst vald á listanum, sigur Gunvá við Keldu, tá vit spyrja hana, hví Fólkaflokkurin í Klaksvík hevur telvað so illa, at flokkurin misti borgarstjóran – hóast nógv størsti flokkur í býráðnum.
Á býráðsvalinum í Klaksvík hesaferð hendu stórar broytingar. Tann størsta var helst tann, at størsti flokkurin seinast, borgarstjóraflokkurin Sjálvstýrisflokkurin, misti helmingin av síni manning. Flokkurin fekk fýra býráðslimir seinast og bara tveir hesaferð. Flokkurin fór úr 33,4 prosentum niður í 20,8. Tað er ein afturgongd upp á 12,6 prosent.
Teir báðir sessirnir hjá Sjálvstýrisflokkinum fóru til Fólkaflokkin, sum nú hevur fimm, og Sambandsflokkin, sum nú hevur ein.
Úrslitið merkti, at samgonan millum Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin fall við eitt brak, tí hon fór úr seks umboðum niður í fýra. Javnaðarflokkurin hevði eitt gott val, flokkurin gekk 4,1 porsent fram úr 14,7 upp í 18,8 prosent.
Tí lá púra greitt í kortunum, at Fólkaflokkurin fór at skipa nýggja samgongu við toppskoraranum sum borgarstjóra. Tað var eisini tað, sum Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin samdust um og gjørdu skriftliga avtalu um valkvøldið.
Fólkaflokkurin átti borgarstjóran og Sjálvstýrisflokkurin varaborgarstjóran.
Men valkvøldið segði Atli Justinussen, sum fekk flestar atkvøður á Fólkaflokslistanum, at hann var ikki vísur í, at hann fór at taka av tilboðnum um at gerast borgarstjóri.
Sum skilst eru tey í Fólkaflokkinum ikki samd um, hvør teirra skal vera borgarstjóri. Tey fáast ikki at siga, hvat henda ósemja snýr seg um. So kundu vit hildið, at tey fóru at bjóða Jógvani Skorheim at halda fram sum borgarstjóri saman við Fólkaflokkinum. Men helst hevur tað verið ov herkin biti – og tí eru tey farin eftir Karl Johansen úr Sambandsflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin »tók« fyri átta árum síðani borgarstjórasessin frá Fólkaflokkinum.
At Tjóðveldi eisini er við í samgonguni pyntar eitt sindur um myndina um tað breiða og savnandi samstarvið – og so kann gamla samgongan sita einsamøll eftir uttanfyri.
Gunvá við Keldu fæst ikki at siga, hvør orsøkin er til, at Fólkaflokkurin spældi sær av við borgarstjóran.
– Í slíkum umstøðum er tað ein kabala sum skal ganga upp. Eg eri fegin um, at vit eru komin í samgongu eftir at hava sitið uttanfyri í átta ár, men tað er harmuligt, at vit ikki fingu borgarstjóran, sigur hon.
Hon dylur ikki fyri, at hon fegin hevði tikið við sum borgarstjóri, og at tað var ein høgur prísur at gjalda.
– Eg skilji væl, at tit spyrja um hetta, tí tað kann síggja løgið út hjá tykkum, sum eru uttanfyri. Men tað var ein pressað støða, og tá henda ting.
– Men tað er ikki rætt, at borgarstjórin hevur alt valdið. Tað eru borgarstjórar sum Heðin Mortensen og Jógvan Skorheim sum órógva ta myndina við sjálvsprofileringum. Vit hava valdið í øllum nevndunum, so vit hava sanniliga stóra ávirkan fyri tað, um vit ikki hava borgarstjóran, sigur Gunvá við Keldu, sum ikki fæst at siga nakað um innanhýsisstríðið um borgarstjóran.
– Eg havi ikki hug at viðmerkja nakað um hatta, sigur hon.