Ógvuslig spreinging í Oslo

Ein ógvuslig spreinging hevur verið í miðbýnum í Olso. Fleiri eru særd, tvey eru deyð, og bygningurin, har eitt nú kontórið hjá forsætisráðharranum er, er í sori

Tíðindastovan Reuters skrivar, at fleiri eru særd av ógvusligu spreingingini. Norska netavísin VG.no skrivar, at bygningurin, ið húsar kontórinum hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra, norska fíggjarmálaráðnum og fleiri øðrum stjórnarskrivstovum, er í sori.

Mann sær beint gjøgnum bygningin, skrivar VG.no.

Løgreglan hevur enn einki sagt um hvørjum spreingingin stavar frá, men sigur at forsætisráðharrin Jens Stoltenberg er óskaddur og á tryggum stað.

Bygningurin, tey kalla Regeringskvartalet, sum húsar eitt nú Fíggjarmálaráðnum og øðrum stjórnarskrivstovum, er sjónliga illa farin av tí, tey meta er talan um eina bumbu. Øll fasadan á bygninginum er í knúsi, og á niðastu hædd sæst beint gjøgnum bygningin.

DR Update boðar frá rættiliga nógvum særdum fólki. Spreingingin hendi kl. 14.26 føroyska tíð. Fólk, sum komu til, funnu onnur særd fólk liggjandi framvið bygninginum, illa særd av eitt nú glassplintrum frá knústu rútunum. Higartil er sagt, at sjey fólk eru hart særd og tvey fólk eru deyð.

Løgreglan arbeiðir við at fáa fólk úr økinum, tí tað verður mett sum sera vandamikið at vera í økinum, veit ein journalistur á NRK at siga.

Fleiri aðrir bygningar tætt við hava eisini fingið skaða.

Løgreglan óttast at ein onnur spreinging kann koma. Enn er ov tíðliga at siga, um talan er um yvirgangsatsókn, men okkurt bendir á tað.

Aftenposten skrivar nú, at fleiri ósprongdar bumbur eru funnar ymsastaðni í økinum. Fólk og journalistar verða víst av staðnum.

Sum skilst var olju- og orkumálaráðið málið fyri bumbuatsóknina.

Mynd: (VG)

Les meira á VG

Aftenposten finna tit her