Høgir oljuprísir ganga út yvir havgransking

Tað er ikki bara í Føroyum, at høgu oljuprísirnir geva stovnsleiðarum og játtandi myndugleikum høvuðbrýggj

Gransking

 

Herfyri var nógv frammi um, at vaktar-og bjargingarskipini hjá Fiskiveiðieftirlitinum kanska fóru at verða løgd, um stovnurin ikki fekk meira pening til olju. Eftir togan aftur og fram gjørdi politiski myndugleikin av at loysa málið, so skipini kunnu vera siglandi.

Men tað er ikki bara í Føroyum, at rakstrarætlanir ikki halda, nú tað er vorðið so dýrt at bunkra skipini.

 

Sama í Noregi

Norsk gransking av toski, lodnu, rækjum og havøkjum í Barentshavinum kann eisini verða skerd orsakað av høgum prísum á olju.

Hetta framgongur í einum brævi, sum norski Havgranskingarstovnurin hevur sent fiskivinnumyndugleikunum í Noregi.

Tað er FiskeribladetFiskaren, sum ber hesi tíðindi.

Um einki verður gjørt fyri at útvega meira pening til bunkring, verður ransóknarskipið Johan Hjort ætlandi tikið úr sigling seinna hálvár í ár.

At bunkringarprísirnir eru øktir við 40% síðan ársbyrjan, ger, at Havgranskingarstovnurin hevur 6,5 miljónir norskar krónur fyri neyðini aftrat til olju, treytað av, at prísirnir ikki hækka uppaftur meira.

 

Leggja 1. juli

Sum skilst, fer tað at ganga út yvir ein stóran part av ætlaða granskingarvirkseminum hjá Noregi í ár, um norski staturin ikki játtar Havgranskingarstovninum meira pening til bunkring.

Sparingarnar verða settar í verk longu 1. juli, um myndugleikarnir fyri ta tíð ikki hava funnið út av, hvussu fíggjarligi parturin á hesum øki skal loysast.