Føroyski tónleikarin og sangarin Høgni Reistrup komandi dagarnar á konsertferð í Føroyum. Ikki færri enn 10 konsertir verða á skránni. Millum 1. apríl og 10. apríl spælir Høgni Reistrup 10 konsertir í Føroyum.
Konsertferðin verður í sambandi við, at fløgan hjá Høgna Reistrup ?Trý fet frá tilveruni? kom út í mars. Og konsertirnar verða um alt landið.
Útgávukonsertin verður á Hvonn í Havn Skírisdag kl.21. Harafturat fáa fólk eisini høvið at hoyra nýggjar føroyskar tónar í millum annað kunningarstovuni í Nólsoy, ungdómshúsinum, Húsið, í Klaksvík, Seglloftinum í Tvøroyri og í Beitinum í Miðvági.
Niðanfyri er samlað konsertyvirlit:
1. apríl kl.21? Havn (Hvonn)
3. apríl kl.23 ? Havn (Deep Lounge)
5. apríl kl.21 - Tvøroyri (Seglloftið)
6. apríl kl.20.30 ? Sandur (Listasavnið)
7. apríl kl.21 ? Klaksvík (Húsið)
8. apríl kl.20 ? Vestmanna (Staðið)
9. apríl kl.17 ? Nólsoy (Kunningarstovan)
9. apríl kl.20 ? Kollafjørður (Café Chill)
10. apríl kl.18 ? Miðvági (í Beitinum)
10. apríl kl.21 ? Saltangará (Péche)