Hægsta tilboðið er 14 milliónir

Tað segði Arnfríð Hentze á Hvonn Live leygarkvøldið. – Eg havi fingið fleiri tilboð frá mannfólki, summir bjóða sær at venja hundin, aðrir at passa seyðin, og uppaftur aðrir siga, hvussu nógvar milliónir teir eiga, segði Arnfríð Hentze.

Bragdliga bóndakonan úr Sumba er væl skorin fyri tungubandið. Tað fingu tey at hoyra, sum vóru á Hvonn og tey sum lurtaðu eftir Hvonn Live á Rás2 leygarkvøldið.
Hvonn Live vertirnir høvdu verið runt Havnina við Arnfríð Hentze og stylað hana upp. Hon var hjá frisør, fekk lagt make-up, fekk nýggj klæðir og nýggjar skógvar.
- Tey siga, at eg eri yngd 20 ár, segði Arnfríð Hentze á Hvonn Live.
Tá vertirnir fregnaðust um, hvussu dagurin í Havn hevði gingið, helt hon, at tað hevði verið bæði strævin, spennandi og troyttandi.
- Tað er líka við, at seyðirnir ikki kenna meg aftur, helt hon skemtandi fyri.
Annars er tað ikki stórur munur á at vera hjá frisør í Havn og har suðuri.
- Tað tók tveir tímar í Havn, og tað plagdi tað eisini at taka har suðuri, segði Arnfríð Hentze.
Vertirnir vildu vita, um hon sjálv gjørdi av, hvat frisørur og make-up kvinnurnar gjørdu.
- Tær spurdu pent, um tær kundu gera hetta og hatta, og eg bað tær bara gera tað, sum riggaði best, segði Arnfríð Hentze.
Spurd, um hon hevði verið við upp á tað at fingið eina tatovering, so setti hon markið har.
- Nei, tað má heldur bíða til eina aðru ferð, helt hon.

Elskar avbjóðingar
Hvussu kom hon so upp í sendingina Fólksins rødd?
- Eg veit ikki. Jákup Magnussen sendi mær ein mail og spurdi um eg vildi vera við. Eg segði kanska, men tað var so bara meiningin, at eg suldi verða við í trimum sendingum, segði Arnfríð Hentze.
Hon tók so av.
- Eg elski avbjóðingar, og eg helt hetta vera eina góða avbjóðing at menna meg sjálva, segði Arnfríð Hentze.
Sjónvarp var henni ikki heilt ókent heldur.
- Eg havi áður verið við í Degi & Viku, og eisini í Frætt og fregnað, so tað var mær ikki ókent framan undan, segði Arnfríð Hentze.
Hon hyggur sjálvandi eftir sendingunum, og sigur, at tað er stuttligt at kunna flenna eftir sær sjálvari.
- Serliga sendingin, har Pál hevði fingið lyfti frá løgmanni um ein langhyl. Tá standi eg og peiki við einum fingri upp í loft og sigi, at so mugu okur bara vóna, at hann heldur orð. Tað er stuttligt at síggja, hvussu engagerað eg eri, segði Arnfríð Hentze.

Fær tilboð
Hon sigur seg hoyra nógv positivt frá familju, vinum og kenningum.
- Og so fái eg eisini nógv tilboð frá mannfólki. Summir bjóða sær at venja hundin, aðrir bjóða sær at passa seyðin og uppaftur aðrir siga, hvussu nógvar milliónir teir eiga. Allar hesar milliónirnar høvdu komið væl við í Suðuroynni, segði Arnfríð Hentze.
Hægsta tilboðið higartil er 14 milliónir krónur, men hon tekur ikki av.
- Nei, eg eri ikki til sølu, slær Arnfríð Hentze fast.
Hon sigur seg hava tað best millum seyðin í Sumba.
- Men eg hevði einki havt ímóti at Suðuroyggin fekk eitt sindur av pengum og eitt sindur av virksemi, segði Arnfríð Hentze.
Men hevur hon fingið nógv ar positivar reaktiónir, so hevur hon als einki negativt hoyrt.
- Eg hugsaði, tá eg hevði sagt, at allir dreingir eru mammudreingir, at sonur mín kanska fór at verða happaður, men har havi eg einki hoyrt. So tað sær út til, at mannólkið góðtekur tað, tí eg havi einki hoyrt nakrastaðni frá, segði Arnfríð Hentze.
Hon angrar einki, sum hon hevur sagt í sendingunum, men tað fer at merkjast, tá tær enda.
- Tað fer við nógvari tíð, og órógvar gerandisdagin, so tað fer at kennast undarligt, tá sendingarnar halda uppat, segði Arnfríð Hentze á Hvonn Live leygarkvøldið.