Í bestu donsku hondbóltsdeildini ræður tað fyrst og fremst um at enda millum átta tey ovastu liðini í grundspælinum, so liðið sleppur við í endaspælið.
Hendan málsetningin hava Hákun West á Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg greitt við einum sjeynda plássi nú grundspælið er liðugt leikt.
Í seinasta dystinum í grundspælinum, ið var á heimavølli í dag tapti Skanderborg greitt 25-33 fyri Bjerringbro/Silkeborg. Í steðginum var útiliðið á odda 18-13.
Hákun West á Teigum skoraði trý mál fyri Skanderborg í dag.
Í næstbestu deildini tapti Teis Horn Rasmussen saman við liðfeløgunum í TMS Tønder 32-35 fyri Skovbakken á útivølli. Í steðginum var Skovbakken á odda 17-16. Teis Horn Rasmussen skoraði trý mál fyri TMS Tønder í dag.
TMS Tønder hevur tveir dystir eftir at leika. Teir eru á fjórðaftasta plássi við 15 stigum, fýra stig frammanfyri Odense sum hevur 11 stig.
Endaliga støðan í grundspælinum í bestu deildini:
NR | Lið: | Dystir | Stig |
1 | GOG | 26 | 42 |
2 | Aalborg | 26 | 41 |
3 | TTH | 26 | 38 |
4 | Bjerringbro/Silkeborg | 26 | 35 |
5 | SønderjyskE | 26 | 29 |
6 | Skjern | 26 | 29 |
7 | Skanderborg | 26 | 27 |
8 ---- | KIF Kolding ---------------------------- | 26 --------- | 24 ---------------------------------------------- |
9 | Ribe-Esbjerg | 26 | 20 |
10 | Fredericia | 26 | 20 |
11 | Mors-Thy | 26 | 19 |
12 | Aarhus | 26 | 18 |
13 | Lemvig-Thyborøn | 26 | 11 |
14 | TMS Ringsted | 26 | 11 |