24 ára gamli Claus Bech Jørgensen, sum hevur føroyska mammu, hevur nú longt yrkissáttmálan við enska felagið Bournemouth.
Farni árið hevur hann spælt í enska 2. deildarfelagnum, eftir at hann fyri hálvum øðrum ári síðani gjørdi ein eitt ára sáttmála við enska felagið.
Nú er fyrsta árið í enskum fótbólti av, men leiðslan í Bournemouth er so væl nøgd við Claus Bech Jørgensen, at teir hava longt sáttmálan við hann, og næsta kappingarár kann hann vænta sær ein meira sentralan leiklut á liðnum.
Í hesum kappingarárinum gjørdi Claus 6 mál fyri Bournemouth, umframt at hann legði upp til nógv mál.
Størri ábyrgd
Claus Bech Jørgensen, sum frammanundan spældi í danska felagnum AC Horsens, er nú í summarfrí heima hjá mammu síni í Danmark, men um nakrar vikur skal hann aftur til Englands at taka venjingina uppaftur.
? Nú má tað røkka ella støkka. Fyrsta árið gekk væl, men nú kann eg vænta, at størri ábyrgd fer at liggja á mær, og so skal eg vísa, at kann klára slíka ábyrgd, sigur hann.
Claus Bech Jørgensen avvísir ikki, at hann hevur hugt at spæla á føroyska fótbóltslandsliðnum, men hann vil ikki taka støðu til tað, fyrr enn hann hevur fingið ein ítøkiligan fyrispurning úr Føroyum. Og enn hevur hvørki Fótbóltssambandið ella landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, vent sær til hansara.