Hárreisandi og hjartaskerandi skriv frá Javni

Nú sendi Javni út skriv, har vit vórðu kunnaði um viðurskifti hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Javni ger vart við heili 13 broytingar á almannaøkinum. Nakrar teirra eru hesar:

Mótrokning í pensjónini, um fyritíðarpensjónisturin hevur inntøku

Loftið, sum sett er í mun til inntøkumiss nærmast frá degi til dags

Børn við serligum tørvi, sum verða tikin heim úr Danmark, uttan at nøktandi tilboð er her

Skúladagurin verður styttur hjá børnum við serligum tørvi

Stuðul til heilivág er skerdur

 

Undan skrivinum frá Javni hevði Sosialurin skrivað opnuna “Vísið náði” sum eisini varpaði ljós á nøkur av hesum viðurskiftunum. Í Dimmuni týsdagin var grein, sum lýsti ferðina hjá einum unglingi úr Vágum, sum altíð hevði kent seg øðrvísi, tí hann hevði ADHD. Nú treivst hann væl í einum heildartilboði í Danmark og hevði funnið lívsneistan.

Sum politikari, sum sosialráðgevi, sum menniskja, sum føroyingur kennist tað bæði hjartaskerandi og hárreisandi at lesa hesar greinar og skriv.

 

Taka burtur hálvan blindtarm?

Vit hava hoyrt fleiri dømi um børn og ung við serligum tørvi, sum eru send av landinum, men nú koma hesi heim í úrtíð. Vit hava hoyrt í miðlunum, at tað gongst fleiri av hesum unglingunum væl, og at tey mennast fakliga og persónliga í Danmark. Mær vitandi er einki tilboð til teirra her. Tá vit kenna tørvin hjá hesum unga menniskjanum, eigur hann at vera nøktaður. Selma Johannesen nevnir hetta alment umsorganrsvik. Eg eri samd.

Um talan var um ein persón við blindtarmsbruna høvdu vit ongantíð bjóðað viðkomandi eina hálva blindtarmsskurðviðgerð! Um ein persónur hevur trý beinbrot, hjálpa vit honum ikki við tveimum av teimum og lata standa til við triðja beinbrotinum! Um ein ætlan er løgd, fyri ein persón sum fer av landinum til eitt heildartilboð, má ætlanin væl fylgjast til málið er rokkið.

 

Heildartilboð til Føroyar

Vit kunnu øll semjast um, at tað er ov ússaligt og pínligt, at vit einki heildartilboð hava til hesi fólk í Føroyum. Sambýlir, íbúðir, virkistilboð og røttu størvini er tað okkum tørvar. Nú eru so nógv ár síðani, at hetta økið var heimtikið – men framvegis hava vit einki heildartilboð í landinum. Tað hevði verið besta loysnin. Tá kundu hesi børn verið hjá sínum kæru í einum kendum og tryggum umhvørvi. Tosa eitt mál sum ikki var fremmant. Men økið hevur ikki verið raðfest politiskt! Tá tað besta ikki er ein møguleiki í 2009, mugu vit taka av tí næstbesta. Samstundis eiga vit í nógv størri mun at taka tøk fyri at eitt heildartilboð gerst veruleiki í Føroyum.

 

Spurningur til politikarar frá Javni

Í skrivinum spyr Javni tinglimir, um vit – við støði í teimum dømunum tey nevna í skrivinum - halda førda alamannapolitikkin verða nøktandi og virðiligan. Eisini verður spurt, um hann er í samsvar við tað, vit hugsaðu okkum, tá vit samtyktu ST sáttmálan í vár um rætt teirra sum bera brek. Og seinast verður spurt, um vit halda, at tað á fíggjarlógini er givið Almannamálaráðnum fíggjarligar umstøður til at kunna liva upp til sínar skyldur.

 

Svarið er: Nei, nei og nei!

Førdi almannapolitikkurin er púra óvirðiligur. Tað hevur verið so sólarklárt líka síðani ABC sá dagsins ljós. Tá ST sáttmálin var til viðgerðar í tinginum bleiv fleiri ferðir sagt, at nú mátti tað ikki henda, at vit bert samtyktu sáttmálan og annars einki gjørdu. Talan mátti ikki bert gerast um føgur orð. Vælvitandi, at ætlanin er at gera ymsikt munagott í samband við sáttmálan, mugu vit eisini staðfesta, at samgongan longu hevur tikið fleiri avgerðir, sum eru beinleiðis í stríð við sjálvan ST sáttmálan. Millum annað skal sáttmálin tryggja øllum møguleikan fyri at arbeiða. Kortini samtykti samgongan, at mótroknast skal frá fyrstu krónu í fyritíðarpensjónini, um fyritíðapensjónisturin arbeiðir. At børn við serligum tørvi hava færri skúlatímar enn onnur er eisini beinleiðis í stríð við ST sáttmálan - sæð úr mínum sjónarhorni – tí, hvussu skulu hesi megna eitt útbúgving ella starv, tá tey longu verða skúgva til viks í fólkaskúlanum?

Um vit hava givið Almannamálaráðnum fíggjarligar umstøður at liva upp til sínar skyldur er seinasti spurningurin frá Javna. Nei, tað haldi eg ikki at vit hava. Vit hava sæð eina støðuga niðurlaging á almannaøkinum seinasta árið. Smáar upphæddir á fíggjarlógini eru spardar, men tær hava havt ovurhonds stóra ávirkan á gerandisdagin hjá teimum, sum eru rakt. Tað løgna er, at spariuppskotini vit enn hava sæð, hava verið einamest á almannaøkinum. Vit síggja lítið til at samgongan berjist fyri at bøta um støðuna. Fyrsta dagin skulu vit viðgera eina eykajáttan, sum er ovurhonds stór. Veit tó einki um, at tað eru børn og ung við serligum tørvi, ella pensjonistar sum fáa gagn av henni.

Samstundis fáa vit eitt hall sum er fleiri 100 talsmilliónir í ár – hví hava vit tá bara sæð spariuppskot sum raka tey, sum eru so meint rakt longu sum er?

Óli Wolles segði tað so rámandi í tíðindunum. “Vit fáa dagliga fráboðanir frá fólki um, hvussu verður klípt og skorið burtur. Familjurnar siga seg ikki merkja nakað til kreppuna á øllum øðrum økjum, uttan í mun til eina barnið...nevniliga tað sum ber brek. Hjá øllum hinum gongur sum tað plagar.” Haldi, hetta er júst kjarnin – hví skal kreppan raka tey sum bera brek harðast...umframt pensjónistarnar, havi eg hug at skoyta uppí. Vit áttu væl at lyft í felag – men breiðastu herðarnar mest.