Hús reist á Stóru Dímun

Stórvegis er ikki bygt í Dímun, síðani einaferð í 20unum. Men nú er aftur ein bygningur reistur í Dímun og tað eru bóndin, Óla Jákup úr Dímun g SEV, sum í felag hava staðið fyri at byggja bygningin

Húsabygging er ikki tað, ið hevur sermerkt gerandisdagin í Stóru Dímun. Gamaní, okkurt lítið úthús er reist, men ikki síðani einaferð í 1920unum er nakað stórvegis bygt.
Men nú er aftur bygningur reistur í Dímun. Tað eru Óla Jákup úr Dímun, bóndi, og SEV, sum í felag hava latið húsini byggja.
                      Bygningurin skal hýsa tveimum motorum hjá SEV og so verður hin helmingurin nýttur til at hýsa traktorum og øðrum tólum hjá bóndanum.
SEV hevur havt ein motor og hús til hendan motorin. Men nú krevst meira orka og tveir motorar. Tí kom hugskotið at byggja saman. So er tað eisini soleiðis, at nógvur hiti kemur frá motorunum. Og traktorarnir og tólini annars hava jú gott av hita og at standa heitt og gott, sigur bóndin.
Partarnir hava í felag borið kostnaðin av byggingini og tað er Petur Hammer, byggimeistari á Tvøroyri, ið hevur staðið fyri byggingini.
- Í Dímun er tað so, at húsini standa øll meira ella minni saman. Men hesin nýggi bygningurin stendur nakað avsíðis, eini 100 metrar frá hinum húsunum, og tað er fyri at óljóðið frá motorunum ikki skal vera til ampa, sigur Óla Jákup úr Dímun, sum annars sigur, at tað er kostnaðarmikið at byggja, tí flutningurin er dýrur og alt skal flytast við tyrlu, men hann fegnast um nýggja bygningin, sum til støddar er 12 x 4,5 metrar.