Annfinn Hansen
Dómur í Føroya rætti tann 29. Nov. 2004 sak nr. BS 1533/2002. Viðv. Tvingsilssølu 20. okt. 1994 matr. Nr. 20c í Fuglafirði, sethúsini hjá Bjørg Hansen, serogn sambart hjúnarsátmála.
Her verður víst til ein av rættar viðmerkingunum í dóminum hjá Føroya rætti.
" Det må lægges til grund, at Bjørg Nanny Hansen var ejer af matr. Nr. 20c, i Fuglefjord, og at der således, uanset at der efter fogedbogen var Annfinn Hansen der anviste ejendommen til udlæg, ikke kunne foretages udlæg i ejendommen på grundlag af Annfinn Hansen gældsbrev og uden at Bjørg Nanny Hansen var indkaldt eller til stede.
Seinast nevnda váttar, at tað varð Fútarætturin, sum tann 21. Mars 1994 gjørdi úttøku í sethúsaognini hjá Bjørg, sum er tann stóri lógarbrótarin.
Ì samband við dómsviðgerðina, loyvi eg mær at vísa til " forvaltningsloven "
Forvaltningsloven kapitel 2 indeholder nærmere bestemmelser om inhabilitet for de personer, der virker i den offentlige forvaltning. Den, der er inhabil i forhold til en sag, må ikke træffe afgørelse, deltage i afgørelsen eller i øvrigt medvirke ved behandling af den pågældende sag, jf. lovens § 3, stk.2
Tað skal sigast at lógarbroti av Fútarættinum við úttøku tann 21. mars 1994 og inhabilitet undir dómsviðgerðini er staðfest við dóminum tann 29. Nov. 2004.
Saksøkti, P/F Føroya Banki sigur í dóminum: " At Annfinn Hansen ikke havde skriftlig fuldmaget fra Bjørg Hansen i fogedretten, er ikke udsædvanligt. Det blev ikke praktiseret i fogedretten på det tidspunkt ." Banken kan ikke gøres ansvarlig for fogedrettens fejl."
Dómurin staðfestir eisini, at P/F Føroya Banki hevur lagt eitt ólógligt krav fram mótvegis Bjørg úttøkudagin tann 21. mars 1994. Sambart rættarmálsskriv fastheldur bankin skuldarkravi heilt fram til juni 2003, tá bankin váttar at Bjørg Hansen ikki hevur skylda bankanum pening.
At P/F Føroya Banki hevur gjørt misbrúk av støðuni sum valdaði í Føroya Fútarætti í áður nevnda tíðarskeiði, er helst einki at ivast í, men hvar varð rættartrygdin ?
At fyrv. Sorinskrivarin miðskeiðis í 90-unum manglar starvsfólk, tá kreppan varð uppá tað mesta, er eingin umbering.
Hvar er moralska/etiska skyldan hjá P/F Føroya Banka í hesari sak, kann bankin liva við hesum lógarbroti?
Húsastuldurin kemur framyvir at hanga sum ein tungur skuggi yvir P/F Føroya Banka. Umdømi og trúvirði bankan´s er so mikið skaða, at tað neyvan gerðst verri enn tað er í løtuni.
Bankalógin heimilar ikki persónum, at manna bankan ið skaða umdømi bankans.
Spurningurin er so hvat eigarin av P/F Føroya Banka, Fíggjargrunnurin frá 1992, sigur um hesi viðurskiftir?