Tað var ein long røð av húsbilum og húsvognum, sum var á veg norður eftir mánamorgunin, eftir at Norröna var komin úr Danmark.
Talan er um ferð, sum m. a. Dansk Autocamperforening skipar fyri, og við eru m. a. fólk úr Danmark, Týsklandi, Belgia, Noreg, Svøríki, Finnlandi.
Tað var sjálvandi trupult at at hýsa so mongum húsvognum í Føroyum, men Ferðavinnan í Eysturoy fekk loyst hendan trupulleika, soleiðis at nýggja kampingplássið á Skála kundi hýsa teimum.
Janus Ulldal á Skála, sum rekur plássið, hevði úr at gera í morgun, tá Sosialurin ringdi til hansara. So mong fólk hava tey ikki havt har á plássinum, sum lat upp fyrr í ár. Hetta plássið er við ítróttarhøllina á Skála, og hava tey atgongd til kafetria og toilettini í høllini.
Tá Sosialurin vitjaði á Skála mánamorgunin, sótu fólkini við morgunmatarborð. Seinni mánakvøldið varð skipað fyri føroyskum mentanarkvøldi - eitt nú við føroyskum dansi.
Meðan ferðalagið vitjar í Føroyum verður skipað fyri ymsum útferðum, eitt nú til Selatraðar, Vestmanna og Kirkjubøar.
Fleir fólk eru annars við í ferðalanum, sum fer til Íslands í morgin, tey koma úr Bergen og koma tí ikki í land í Føroyum á veg til Íslands.