Hátíðarhalda dagin

   

Gjáar kirkja varð vígd tann 26. mai í 1929. Tað var trinitatissunnudag. Í ár er hann 6. juni, og tí verður 75 ára dagurin hildin tá.
Klokkan 11 verður guðstænasta við altargangi, har Hans Jacob Joensen, biskupur, ið sjálvur er gjáarmaður, fer at prædika.
Aftan á guðstænastuna bjóðar kommunan gjáarfólki og gestum til døgurða í samkomuhúsinum, og har eru øll hjartaliga vælkomin.
Hátíðarhaldið endar við kvøldguðstænastu. Hon verður klokkan 18, og tá fer Bjarni Bæk, dómpróstur, at prædika.
Nú kirkjan verður 75 ár, er hon málað innan og uttan við eitt sindur øðrvísi litum, enn hon hevur havt. Nýggju litirnar hevur málarameistarin Thomas Michael Smith sett saman, og Niels Sørensen, málarameistari, hevur málað kirkjuna.
Kirkjan hevur eisini fingið hátalaraskipan, sum kommunan hevur latið.