Hátíðarløta fyri Heðini Kambsdal

Sum greitt frá áður, hevði Heðin Kambsdal, ljós- og skuggamálarin úr Fugafirði sjeyti ára føðingardag í dag.

 

Júst klokkan 16 í dag lat Oddvør á Lakjuni dyrnar upp á Ribarhúsi, sum var fullsett eftir eini lítlari løtu. Sýnd vórðu bæði yngri og eldri verk, sum Heðin hevur málað. 

Tað reyk væl av kaffi og eini serligari lagkaka hevði fingið heiðurspláss, sum Heðin hevði biðið um.

Eisini høvdu fyrireikararnir gjørt eina heilt serliga løriftsmynd eftir Heðin. Tá ið Heðin reinsar sær penslarnar, stýkur hann tær eftir loftinum, sum í síni tíð var loftið í køkinu hjá syrtrini, Maria og eisini hjá honum sjálvum, har hann búði í fleiri ár í íbúðini hjá mammu síni. Nú er hatta rúmið málingastovan hjá Heðin, og tað bæði sæst og angar ráman av, at so er! Deiligt!

Eitt klípi av loftinum hava tey so avmyndað og fingið fest á lørift. Tað vóru nøkur fá eintøk, so tú skuldi vera skjótur at fáa hendur á einum – Eg fekk tað síðsta, sum varð eyðmerkt nr 7. Hóskaði væl til dagin og tey sjeyti árini, ið dagurin var skrúvaður saman um.

Borgarstjórin, Dávur Juul, flutti fram røðu, og Fuglafjarðar Sangkór sang – tó ikki í vanligari uppstilling, men stóðu tey rumt um í hølinum og sluppu øll at syngja við, Einki er sum summarkvøld við strendur og Nú strýkur vár. Ein deiliga hugnalig løta.

##ms##

Og so var tað so deiliga beróligandi og heimligt at hoyra Anne Mette Greve Klementsen, prest, sum eisini hevur verið við í kórinum hjá Heðini, takka honum fyri tíðana í kórinum, men ikki minst fyri hannsara frálíka spæl í kirkjuni. Og ikki minst takkaði Anne Mette fyri tey mongu gullkornini, ið dottin vóru av hansara munni. Tí Heðin umhugsar – ja, hugsar leingi um tað, hann sigur. Altíð var tað okkurt áhugavert, Heðin var komin við, tær fáu ferðir tey bæði høvdu havt stundir at samtala, oftast í kirkjuni, har hann var ávegis uppá loftið til orglið – ella eftir eina guðstænastu, tey høvdu tikið sær stundir til eitt prát. 

##med2##

Jú, fleiri av hansara gullkornum, vóru endaði í prædikum hjá Anne Mette, greiddi hon frá. Men tað visti Heðin helst ikki av. Anne Mette saknaði sang- og málaralívið í Fuglafirði, her hon hevði havt tað so gott.

Henda frálíka framsýningin við Heðin Kambsdal hongur uppi í Ribarhúsi til 29. mars. 

Til lukku við degnum enn eina ferð, Heðin!

Niðanfyri verður Røðan hjá Borgarstjóranum, Dávur Juul, endurgivin.

##med3##

Riberhus 14. mars 2021

Heðin Kambsdal 70 ár

 

Á fløguni, Bingo, onnur økt útgáva, syngur Niels Midjord saman við Mariu Eliasen eina vísu, sum Gunnleif Thomsen hevur yrkt. Vísan ber heitið « Nøkur Mentafólk».

Her vil eg endurgeva eitt ørindi vísuni, sum er yrkt um Heðin:

Vit eiga her í bygdini ein góðan organist

og sum eisini fjasast við list.

Hann dugur væl at mála, er nærlagdur sum fá

Sjálvt prísini smyr hann tjúkt uppá á

Heðin K – Heðin K – honum eydnaðist tindarnar at ná.

Eg haldi hettar, uttan tað um prísin, sigur sera nógv um tann lítillátna Heðin.

Tað eru 7 ár ímillum meg og Heðin - Eg vaks upp heimi við Gjógvará, kendi ikki sum barn ei heldur sum unglingi, henda megnar kunstnara og organist.

Tað komst nokk ikki av ongum, at eg ikki tá visti, hvør Heðin var.

Tá var ikki vanligt at Dakka-børn/unglingar komu heim um Skarðsá, uttan í skúla og ei minni, at vit Gjógvara-børn/unglingar fóru norður um Skarðsá.

Eg sum hálvur Funnings drongur átti mínar árligu túrar á kajuna, at heinta eitt lamb til heystar og gásina til jóla, sum so fitt stóð við høvdinum út í gjøgnum eitt hol í pappeskjuni.

Men eg minnist meg ongantíð, at hava møtt Heðin á niðasta vegi.

Eftir tí ovara vegnum, har barnaheimið hjá Heðin er, og har hann býr í dag, fór ein bara av neyð, tí Emma skuldi vitjast, at umvæla onkran snudd ella ein barnasproyta skuldi fáast frá hondini.

##med4##

Tað kom eisini fyri, nakra ferðir árligt, at vit Gjógvara-dreingir møttu Bakka-dreingum í kríggj, men har frá minnist eg ei heldur Heðin.

Um hann var við, veit eg ikki, men hann hevur nokk ikki verið tann, ið stóð fremst, tað læt hann nokk hinar taka sær av, men eg ivist onga løtu í, at um hann hevur verið við, hevur hann nokk gjørt sær onkra mynd inn í sínum egna høvdi.

##med10##

Og hesin Heðin er nokk tann sami í dag. Í mínum eygun er hann einki broyttur, síðani eg kom at kenna hann sum málara, organist og kórleiðara.

Einki hóvasták, lítillátin og altíð við einum smíli, og eg haldi meg ongantíð hava sæð hann í ringum lag.

##med5##

At fara í kirkju sunnumorgnar og síggja Heðin koma inn um kirkjudyr og ljóðleyst smýgur sær upp loftstrappurnar, gevur eina góða innaru kenslu. Ein veit tá, at orglið á loftinum er í tryggum hondum og hugaligt blívur hjá einum, sum mær, ið nærum ongan tóna hevur í høvdinum, at sita og njóta orgultónleikin og kirkjusangin, ja ein dugur næstan ikki at ímynda sær tann dag, tá Heðin ikki situr á loftinum.

##med9##

Tá tað kemur til pensilin og løriti, er hann ein meistari.

Ein av hansara fyrstu málningum, hann málaði fyri 54 árum síðani, sum 16 ára gamal, var myndin «Gluggin», sum er sera hugtakandi við ljósinum, sum enn í dag er hansara sermerktu og hugtekur fjøldina. Bakgrundin er títt og ofta Blábjørg ella Gjógvaralandið, ið hann dagliga sær úr sínum heimi og málaraverkstaðnum, sum er í kjallaranum.

Seinnu árini eru eisini høgtstandandi fólk málað á løritið, har tey standa við ær undir lið á einum fjallatindi og mála ein málning.

Eg havi eisini hoyrt um onkra mynd, har hann hevur snýkt onkran kúll inn í eitt húsahorn, ein persónur, ið ein ikki fangar við fyrsta eygnakast, men er eftir eini løti, tá ein fyrst fær eyga á hann.

##med6##

Eg ivist onga løtu í, at tá pensilin hevur strokið eftir hesum húsahorninum, hevur skálkasmílið hjá Heðin verið sjónligt.

Tað í eyðkennir Heðin, og sum hann dugur so sera væl við løritinum og penslinum, er at fáa tað fram í myndina, ið ein ynskir og serliga tað hugtakandi ljósið.

Tað verður trupult, at gera honum hettar eftir!

At eiga eina mynd, ið Heðin hevur málað, er ein stoltleiki, og eg trúgvi, at tað eru nógv heim í Fuglafirði, ja, á Føroya landi, ið eiga eina mynd, sum Heðin hevur málað og eg veit, at uttanlands finnast tær eisini.

##med7##

Góði Heðin! Vit fuglfirðingar eru stoltir av at eiga ein so framúrskarandi málara, sum teg, takk fyri tað Heðin. Vónandi koma vit at síggja enn fleiri málningar, har tín pensil og hond eiga verkið.

Men hesin lítillátni Heðin er ikki altíð tann, ið situr fyri seg sjálvan. Hann hevur í gjøgnum nógv ár ríkað okkum í Fuglafirði, og øðrum plássum í Føroyum við, við tí góða kórsanginum, sum hann so meistarliga hevur staðið fyri og greitt úr hondum - einki hóvasták og eingin panikkur.

##med8##

Túsund takk fyri allar tær hugnaligu løtur, serliga høgtíðs løtur, har tú hevur nortið við okkar innaru kenslur, og ríkað okkum við kórsangi og orgulspæli.

At enda, vil eg frá Fuglafjarðar kommunu, ynskja tær hjartaliga til lukku við 70 ára føðingardegnum.

 

Takk fyri!

Dávur Juul, borgmeistari