Hótta við at taka børnini úr skúlanum

Foreldur í Skopun hótta við at taka børvini úr skúlanum, verður fyrstilærarin ikki settur frá

Skúlastríð

Skopun: Verður fyrstilærarin í Skopun ikki koyrdur úr starvi, ella fluttur í annað starv, fara nógv foreldur at taka børnini úr skúlanum.
Hetta eru boðini, sum Mentamálastýrið hevur fingið frá teimum flestu foreldrunum, at børnum, sum ganga í skúla í Skopun.
Um vikuskiftið handaðu foreldur í Skopun mentamálastýrinum ein lista við undirskriftum, har tey krevja, at skúlin í Skopun fær nýggja leiðslu.
Í brævinum til Mentamálastýrið greiða frá síni ónøgd við leiðslu skúlans og tey siga, at tey vilja hava fyrstalæraran, Ingun Simonsen settan frá sum leiðara.
Tey siga, at ónøgdin við skúlaleiðarin er so stór, at verður hetta ikki gingið á møti, fara tey at taka børnini úr skúlanum.
Tað eru yvir 20 húski, sum hava skrivað undir áheitanina til Mentamálastýrið og tey húskini umboða nógv tey flestu børnini í skúlanum.
Í Skopun er framvegis trupult at fáa viðmerkingar frá teimum, sum hava við málið at gera. Men keldur siga framvegis fyri Sosialinum at tað eru samstarvstrupulleikar, sum eru orsøkin.
Partvís hevur Ingun Simonsen ikki kunnað samstarva við ein av hinum lærarunum, Sigurd Bærentsen, men hon klárar heldur ikki at samstarva við foreldrini og onnur, sum hava við skúlan at gera.
Keldur okkara harmast annars um støðuna, tí tey dylja heldur ikki fyri, at Ingun Simonsen eisini hevur gjørt nógv gott fyri skúlan.

Gjørt nógv gott
?Hon hevur nógv nýggj og góð hugskot og hon hevur sett nógv í verk, og komin við nógvum góðum inn í skúlan, tað skal ikki takast frá henni. Men nú á døgum krevst ein skúlaleiðsla hevur stórt og umfatandi samstarv bæði við hinar lærararnar á skúlanum, við foreldur og onnur, sum hava við skúlan at gera og tað megnar hon tíverri ikki. Tað gongur ikki í nútíðarskúlanum, at tað bara er tann eini sum veit, dugur nakað og ræður. Øll mugu laga seg eftir, hvørjum øðrum.
? Tað er ikki minst hetta, sum hevur fingið øði í skopuningar.
Hjá teimum er ongin ivi um, at tað er fyrstilærarin, sum er upphavi til teir trupulleikar, sum hava stungið seg upp, tí áðrenn hon kom, vóru ongir trupulleikar.
Tey leggja afturat, at nú, tey hava savnað undirskriftirnar saman, hava tey varnast, at tey tíverri hava gloymt onkran, eitt nú Harry Hentze, sum í aðrari grein fýlist á mannagongdina.
?Men tað er eitt mistak. Einastu húsini, sum vórðu lopin um við vilja, vóru húsini hjá fyrstalærararnum sjalvum og eini onnur hús, siga keldur okkara í Skopun. Eru tað onnur hús, vit ikki hava verið í, er tað av gloymsku og avhjørt ikki við vilja, leggja tey afturat.

Vildu hava Sigurd
Skopuningar vísa eisini á, at tað var heldur ikki við teirra góða vilja, At Ingun Simonsen yvirhøvur fekk starvið sum skúlaleiðari í Skopun.
Tá ið starvið varð lýst leyst, vóru tveir umsøkjarar, Ingun Simonsen og Sigurd Bærentsen.
Keldur okkara í Skopun siga, at skúlanevndin í Skopun var samd um at mæla til at Sigurd Bærentsen varð settur í starvið. Skúlastýrið mælti bara til at seta Sigurd Bærentsen og innstillaði tískil ikki Ingun Simonsen, sum nummar tvey, men landsstýrið fylgdi ikki tilmælinum, men setti hana kortini.