HONDBÓLTUR
Fyri viku síðani gjørdist greitt, at tað verður H71, sum skal spæla FM-finalurnar ímóti VÍF. Tann fyrsta av teimum verður í vestmanna skírisdag, og onnur finalan verður í Hoyvík páskaaftan. Er neyðugt við einum triðja dysti, verður hann í Vestmanna annan páskadag.
Galdandi fyri finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum er, at ein triðja finala skal spælast, um tað stendur á jøvnum eftir tær báðar fyrru. Endar annar av fyrstu finaludystunum við javnleiki, verður ein triðja finala ikki spæld, tí tá er liðið, sum vann hin finaludystin, føroyameistari.
Av tí at einki kundi flytast undan seinastu landskappingardystunum, sum vóru leygardagin, var kanska bara áhugavert at síggja, hvussu finalistarnir vóru fyri. Og har vísti H71 betri taktir enn VÍF, tí hoyvíkingar vunnu á útivølli, meðan vestmenningar á heimavølli settu stig til.
Eingin klassikari
Mangan hevur verið sagt um dystirnar millum VÍF og Kyndil, at tað eru teir stóru klassikararnir í føroyskum manshondbólti. Men leygardagin var ikki nógvur klassikari yvir dystinum teirra millum í Vestmanna, hóast tað bæði í hálvleikinum og til endans stóð á jøvnum.
VÍF hevur leingi verið vitandi um sína finalustøðu, so tí var kanska væntandi, at vestmenningar fóru at leggja eitt sindur meira fyri og kanska vísa eitt sindur meira, enn teir gjørdu hesa ferð ímóti Kyndli, sum púrt einki hevur víst í vetur. Kyndil endar næstniðast og skuldi tí ikki verið nøkur hóttan.
Tó megnaðu teir grønu, burtur sæð frá fyrstu 10 minuttunum og einari løtu í seinna hálvleiki, at fylgjast við VÍF allan dystin. Í hálvleikinum var støðan 14-14 og dysturin endaði 29-29, uttan at VÍF veruliga avdúkaði nakað, sum kann koma at verða avgerandi í FM-finalunum ímóti H71.
H71 er til reiðar
Strandingar hava ikki verið tann stóra upplivingin í vetur, og tað vóru teir heldur ikki, tá hoyvíkingar vitjaðu teir á Skála leygardagin. StÍF orkaði so nøkulunda at fylgja við eitt korter í hvørjum hálvleiki, men so var heldur ikki meira saft ella kraft eftir.
Hóast H71 hevði hug at eksperimentera eitt sindur í løtum, var sigurin ongantíð í vanda, og H71 vann 24-19, eftir at hava verið á odda 18-11 í hálvleikinum. Meiri enn ta einu ferðina sóust greiðar ábendingar um, at hoyvíkingar veruliga tykjast vera klárir til sínar fyrstu FM-finalur nakrantíð.
Ein, sum í øllum førum sá klárur út, var ungi málverjin, Johan Hofgaard, sum síðstu 10 minuttirnar læsti og stongdi málið við einum seks ella sjey bjargingum, so StÍF bara fekk eittans málið síðstu løtuna. Tað var eisini størsti munurin á liðnum, at StÍF langt síðani hevði takkað fyri seg, meðan H71 enn tykist hava tað besta at síggja fram ímóti.
Tvær opnar verjur
Tað var ikki júst gott verjuspæl, ið eyðkendi dystin millum Neistan og KÍF leygardagin, tí har komu ikki færri enn 74 mál, ið gevur væl meira enn eitt um minuttin. Av teimum átti Neistin tey 43 og KÍF tey 31 málini, sum er met í málskjóting hjá kollfirðingum í vetur.
Størsti dramatikkurin var mitt í seinna hálvleiki, tá tveir av teimum yngru hjá KÍF blivu diskvalifiseraðir – fyrst annar fyri hevnisøku og síðani hin fyri at brúka munn ímóti dómarunum í næsta álopinum. Tað var annars lítil álvari í spælinum og lítið at øsa seg um, og ímóti endanum fóru spælarar hjá Neistanum enntá at skjóta hoppiskot við vinstra armi – bara til stuttleika…
Hóast Neistin misti finaluplássið og endurtøku av føroyameistaraheitinum frá síðsta kappingarári, var tað tó kanska eitt lítið plástur á sárið, at liðið fekk bronsuna handaða leygardagin. KÍF kann í sínum lagi ugga seg við, at hóast liðið endaði aftast, verður tað aftur at síggja í Atlantic Airways-kappingini næsta vetur, tí eingin hóskandi avbjóðari kann koma upp úr 1. deild.