H71 sett ungdómsvenjara

Hoyvíkingar fara rættiliga brynja seg út í vetur. Umframt nýggja høll, so hevur felagið nú eisini sett venjara, sum skal taka sær av ungdómsliðunum burturav.

Talan er um Sverra Jacobsen, sum seinastu vetrararnar hevur staðið á odda fyri 1.liði hjá H71, men sum í vetur fer at taka sær av teimum ungu í felagnum.

Arbeiðsuppgávan hjá Sverra verður at leggja ungdómsvenjarunum lag á, og at samskipa ungdómsdeildina hjá H71 betur. Úr Hoyvík verður sagt, at Sverri er dugnaligur venjari, og at felagið er sera fegið um at hava fingið so royndan venjara til ungdómsdeildirnar.

Avgerðin at seta ein ungdómsvenjara, er gjørd við tí fyri eyga at geva ungdóminum í Hoyvík tryggari karmar, og at dygdin í hondbóltsvenjingini verður so høg sum gjørligt.

Eisini vóna tey í H71, at betraðu viðurskiftini í ungdómsdeildunum, fara at hava við sær, at enn fleiri børn í Hoyvík at spæla hondbólt í felagnum.

Niels Viggo til H71
Í síðstu viku varð greitt, at Uni Wardum skal venja 1.manslið hjá H71 í vetur, og nú hevur Uni so fingið Niels Viggo Niclassen úr Kyndli við sær. Umframt Niels Viggo, so hevur málverjin Petur Magnusson eisini vátta, at hann fer at verja málið hjá hoyvíkingum í vetur.

Leiðsan í H71 leggur eisini aftrat, at tað er væl møguligt, at aðrir nýggjir leikarar verða at síggja í felagnum í vetur, men enn er onki ítøkiligt komið burturúr.

Frá í liðnum í fjør, hevur H71 mist tríggjar leikarar. Bjarni Wardum er farin til Danmarkar í lestarørindum, Finnur Hansson spælir í Kyndli í vetur, meðan Kristian Petursson fer atfur at spæla fyri strandingar.