H71 vann í Vestmanna

Í dag hittust hondbóltliðini hjá VÍF og H71 í bestu mansdeildini, har hoyvíkingar drógu longra stráið.

Í dag hittust hondbóltliðini hjá VÍF og H71 í bestu mansdeildini, har hoyvíkingar drógu longra stráið.

 

Klokkan hálvgum seks so sirka hava vit 6 út av 6 stigum. Men tað hendir bert, um allir menn, leikarar, venjarar og fólk annars kring hópin savna seg um at vinna handa dystin.

 

Soleiðis skrivaði H71 á heimasíðuni fyri dystin í Vestmanna í dag . Og tað gekk sum ætlað. Vestmenningar høvdu eisini hoyvíkingar sum favorittar fyri dystin, tí tað skrivaðu teir á síni heimasíðu.

 

Dysturin endaði 30-25 til hoyvíkingar. Tað leikaði javnt á frá dystarbyrjan, men fyrri hálvleikur endaði 15-15, hóast H71 kom á odda við fýra málum eitt skfiti.

 

VíF kom framum við tveimum málum í byrjanini av seinna hálvleiki, men tá eini 10 minuttir vóru farnir, var javnleikur – og hoyvíkingar vóru omaná tað, sum eftir var av dystinum, sum endaði við fimm máls sigri til hoyvíkingar, 30-25

 

Toppskorari hjá H71 var Jónas Djurhuus við 8 málum. Nýggi leikarin hjá H71, Peter Krogh, skoraði 6 mál og Hans Kári Hansen 5 mál.

 

Hjá vestmenningum var Áki Egilsnes toppskorari við 7 málum, Filip Jojic skoraði 4 mál og Hanus Christophersen skoraði eisini 4 mál.

 

Dómarar vóru Gert Hansen og Arnar Dam. 400 áskoðarar vóru til dystin.

 

Støðan í FTZ deildini er nú:

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

H71

3

82

63

19

6

2

KÍF

2

49

32

17

4

3

VÍF

3

83

77

6

4

4

StÍF

3

78

76

2

2

5

Neistin

2

48

52

-4

2

6

Kyndil

3

65

84

-19

0

7

Team Klaksvík

2

37

58

-21

0