Størsti sigur í steypafinalu millum menn var, tá ið Kyndil í 1996 vann 29 – 18 ímóti VÍF.
Soleiðis skivaði Ásbjørn Nattestad, sum man vera tann, ið hevur mest skil á hagtølum í hondbólti, undan finaluni í dag millum Neistan og H71.
Nú hevur síðsta bríksl verið í Høllini á Hálsi í Havn, og máltalvan vísir 28 – 12 til H71. Tað vil siga, at H71 hevur í kvøld ímóti Neistanum vunnið metstóran finalusigur.
Hálvleiksstøðan var 13 – 5, og tá ið støðan var 4-0 og 7-1 var tað greitt, at ivin bara var um, hvussu stórur sigurin hjá favorittunum í Hoyvík fór at verða.
H71 málverjin Pauli Jacobsen varð kosin at vera besti maður í finaluni. Hann stóð seg væl, og bjargaði fleiri ferðir meistarliga, men týstið, sum var ímóti honum, kann á ongan hátt sammetast við tað trýstið, sum hann var undir fyrr í ár, tá ið landsliðið spældi á sama vølli.
Neistin – H71 12 – 28 (5 – 12)
Steypafinala fyri menn
Í Høllini á Hálsi í Havn leygardagin 19. februar 2022 kl. 18.00.
Neistin: Vladan Abramovic, Hanus Árason 2, Rói Haldansen, Rani A. Højgaard 1, August Ingi Öskarsson, Aleksander Lacok, Johannes Kragesten, Tróndur J. Kragesten 3, Felix Már Kjartansson 2, Rókur Árason, Finnur Hansson 1, John Rói Tórfinnsson 1, Jóhannes Bjørgvin, Ísak Vedelspel 1, Herbjørn Lava
Á beinkinum: Arnar Gunnarsson, Dejan Lacok, Rasmus Søby, Durita Rouch
H71: Ari Dam, Pauli Jacobsen, Sveinur Olafsson, Pauli Mittún 2, Pætur Thomsen 9, Djóni G. Joensen, Hans Kári Hansen, Sakir T. Frýdal, Jon S. Vilhelm 1, Pætur Mikkjalsson 1, Janus D. Djurhuus 2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Poul Símun í Garði, Peter Krogh 5, Bogi Hansen 1, Óli Mittún 2
Á beinkinum: Simon Olsen, Petur Mittún, Jens á Skipagøtu, Ari Jógvansson