Håkan Ericson, landsliðisvenjari, hevur úttikið landsliðið til Nations League landsdystirnar móti Litava og Turkalandi, sum verða 22. septembur og 25. septembur. Tveir nýggir spælarar eru í hópinum. Teir eru Andrass Johansen úr B36, og Pætur Petersen úr HB.
Eftir tíðindafundin tosaði FM1 við Håkan Ericson. Hann sigur millum annað, at ein av høvðusorsøkunum til at Andrass Johansen er blivin úttikin er, at hann hevur lagt afturat sínum spæli við verjudygdum.
- Andrass er ein spælari, sum hevur verið nakað skaddur í summar, men nú er komin heilt fyri seg. Hann er ein dugnaligur miðvallari, sum hevur verið góður hjá B36 í ár. Mær dámar væl, at hann hevur lagt afturat við góðum renningum í verjupartinum. Tað hava vit brúk fyri á landsliðnum, sigur Håkan Ericson.
Hini nýggi spælarin á landsliðnum er Pætur Petersen úr HB. Hann hevur havt eitt misjavnt kappingarár í HB, men hevur seinastu mánaðirnar vunnið seg fram. Hann skoraði tvey mál í gjár móti 07 Vestur, og ætlar sær eisini tað triðja, sum tó er skrásett sum sjálvmál.
- Pætur er ein spælari, sum kann hjálpa okkum, tá vit møta sterkari liðnum, ið trýsta okkum aftur. Hann er ein spælari við ferð og nógvari orku. Tað hava vit brúk fyri, sigur Håkan Ericson.
Tí kundi okkurt bent á, at Pætur Petersen í fyrstu atløgu er ætlaður ein leiklut móti Turkalandi á Tórsvølli, um hann kemur á vøllin í hesum landsliðsumfarinum.
Litava og Føroyar spæla á LFF Stadion í Vilnius, hósdagin 22. september klokkan 19:45, og Føroyar og Turkaland spæla á Tórsvølli sunnudagin 25. september klokkan 19:45.
##ms##
Málverjar:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland)
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Verjuspælarar:
Hørður Askham, HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki)
Verjuspælarar/miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg)
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Heðin Hansen, HB Tórshavn
Miðvallarar:
Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg)
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland)
Pætur Petersen, HB Tórshavn
Venjari:
Håkan Ericson