Í apríl var árligi vøksturin í brúkaraprísunum í Danmark 1,4 prosent.
Tað vísir ein nýggj útrokning frá Danmarks Statistik.
Í mars var vøksturin 1,2 prosent.
Sambært roknistykkinum eru tað serliga hægri brennievnisprísir, sum hava verið við til at inflatiónin hækkar.
Hægri brennievnisprísirnir eru eitt úrslit av stríðnum í Miðeystri, skrivar Erik Bjørsted, leiðandi búskaparfrøðingur hjá Dansk Metal, í viðmerking.
– Kríggið í Miðeystri hevur sent orkuprísirnar ógvusliga upp, og hetta er farið at síggjast í inflatiónini, sigur hann.
– Enn hava vit tó ikki sæð fulla ávirkan av hægri orkuprísunum, sigur hann.
/Ritzau/











