Tórshavnar Kamarkór er besta kór í Før­oyum

Seinnapartin í dag var árliga kórstevnan hildin á Kambsdali

Tíðindaskriv – Kórsamband Føroya

 

Tað er Kórsamband Føroya og Eystanljóð, sum skipaðu fyri stevnuni. Heili 17 kór og einir 6-700 kórsangarar úr øllum landinum luttóku á stevnuni. Íslendski kórleiðarin Magnús Ragnarsson stjórnaði stóra felagskórinum, sum vandi fríggjakvøldið og allan leygardagin.

 

Kl. 16.00 var konsert sum eisini var kapping millum kórini. Kórini fingu 7 minuttir í part at vísa, hvat tey í vetur hava arbeitt við. Í dómsnevndini sótu Magnús Ragnarsson, høvuðsdómari, Tróndur Bogason og Heiðrun Petersen. Tey komu til tað niðurstøðu at framførslan hjá Tórshavnar kamarkóri var tann besta. Tað er Bernharður Wilkinson, sum stjórnar kórinum. Á øðrum plássi kom Tarira meðan Silvitni fekk triðu virðisløn.

 

Eisini fingu áhoyrarnir á konsertini í gjár høvi at atkvøða um hvat tey hildu vera besta kórið. Flest atkvøður fekk Gøtu kirkju ungdómskór við Símun Hammer sum dirigenti.