Christian Rodell hevur hevur eitt verkstað í Klaksvík. Vanliga umvælir hann hvítvørur og elektrisk amboð á verkstaðnum. Christian er dani og útbúgvin ravtøkningur, síðani hann flutti til Føroya, fyri 15 árum síðani, hevur hann havt egið virki. Seinastu mánaðirnar hevur hann afturat vanliga virkseminum stovnað nýggja fyritøku, hann er farin at gera ís.
- Tá tú umvælir lutir, eru fólk ofta ónøgt, tí tað tekur ov langa tíð, men við ísi eru tey altíð glað.
Christian Rodell dámar væl ís, og hann hevur ferðast nógv í Italia. Á ferðum sínum hevur hann vitjað verksmiðjurnar sum gera italskan ís, sum verður kallaður gelato.
- Eg havi verið 12 ferðir í Italia, og roynt teir ymisku italisku gelato ísarnar, hvørjaferð havi eg vitjað har sum tey framleiða ísarnar. Eg gjørdi avtalu um at eg kundi síggja hvussu tey gjørdu, møtti klokkan seks um morgunin, og fekk nógva kunning.
Hesar vitjanir vóru gevandi, men Christian Rodell ynskti meira vitan, og fór í læru hjá einum italskum gelato meistara. Hann lærdi at gera ís, menna uppskriftir og fekk kunning um hvørjar maskinur eru góðar at brúka.
Tá hann kom heimaftur keypti hann eina maskinu, og innrættaði sær køk í húsinum, har sum hann eisini hevur verkstað. Heilsufrøðiliga starvstovan, kannaði umstøðurnar og vegleiddi. Christian fekk góðkenning fyri tveimum mánaðum síðani, og nú kann fyritøka hansara, Skúm ísar selja til matstovur, handlar, privat kundar og onnur.
Ísar úr náttúrligum rávørum
Hálvt ár áðrenn fyritøkan bleiv stovnað, menti Christian uppskriftir. Familja og vinir royndu ísarnar, og skotsmálini vóru góð. Christian Rodell leggur stóran dent á át eingi ílatingarevni eru í ísinum, og tí eru litirnir náttúrligir.
- Liturin í eitt nú hindber ísinum kemur av veruligum hindberum, og liturin í pistasiuísinum kemur av pistasiunøt.
##med2##
Vanliga krevjast nógv ítalingarevni at fáa ísin bleytan, men hjá italiska ís meistaranum hevur Christian Rodell lært hvussu hetta kann gerast við maskinuni, og hvussu uppskriftin skal vera.
Flestu kundarnir eru privat kundar, summi keypa nógvar litrar til stórar veitslur, onnur keypa bara til sín sjálvs, at hugna sær við um vikuskiftini. Smakkirnir sum eru best umtóktir eru sjokuláta, vanilja, lakress og pistasia. Christian Rodell ger eisini øðrvísi ísar, og onkuntíð koma heilt serligar bíleggingar,
- Til eina piparveitslu gjørdi eg ein ís við pipar og beykon, mær dámdi tað ikki, men tey sum bíløgdu dámdu ógvuliga væl.
Christian Rodell brúkar vanliga tveir dagar um vikuna í ís køkinum.
- Eg geri hetta tí at mær dámar væl at gera ís, tað er stuttligt at menna nýggjar smakkir, og vita um teir rigga. Eg eri ótrúliga glaður fyri ís sjálvur.
Skúm ísar hevur eitt breitt vøruúrval, og Christian Rodell hevur ment sínar førleikar so við og við. Onkuntíð tekur tað tveir dagar at menna eina uppskrift, aðrar tíðir eina viku.
##med3##
Rávørurnar fær hann fyri tað mesta í Føroyum. Sólber og rabarbur hevur hann í havanum hjá sær sjálvum, hetta er tó ikki nokk til alla framleiðsluna, tí fær hann eisini ber aðrastaðni frá.
Ísarnir vera seldir í boksum sum rúma hálvumøðrum litrum, trimum og fimm litrum. Fyri ein lítlan meirkostnað ber til at fáa boksir sum halda ísinum køldum leingi, tá teir standa frammi, hesar fáast í hálvum og hálvumøðrum litrum.
Skúm ísar hava verið fáar mánaðir á marknaðinum, og fólk eru spakuliga farin at kenna ísarnar. Christian Rodell hevur ikki marknaðarført seg stórvegis, mesta umtalan kemur frá fólki sum hava roynt ísarnar og viðmæla øðrum teir.
- Fiskibátar hava eisini keypt, onkur av manningini hevði roynt tað heima, og spurdi síðani um eg kundi veita ís til skipið.
Ísur er eitt slag av frystum skúmi, og tí valdi Christian navnið Skúm ísar til fyritøkuna.
- Eg havi hugsað um nógv nøvn. Sum dani eru nógv føroysk orð sum eg haldi vera lekkur.
Dreymurin er at skúm ísar vera at fáa víða um í Føroyum.
- Tað besta hevði verið um hetta var tað einasta sum bleiv selt í Føroyum, soleiðis at fólk fáa ís við betri dygd.
Christian Rodell heldur, at dygdin á matvørum gerst alsamt verri, og fólk hava áhuga í at fáa mat við betri dygd, uttan ov nógv ílatingarevni.
Greinarøð í Sosialinum um íverksetarar.
Les eisini um:
Fjord in.fo - fyrst og fremst
Spinnaríið við Ánna in.fo - fyrst og fremst
Caféina á Mølini in.fo - fyrst og fremst
Boat.fo in.fo - fyrst og fremst
Testovuna Marin Malena in.fo - fyrst og fremst
Matbitan in.fo - fyrst og fremst
Rávøru in.fo - fyrst og fremst
Kvivikknit in.fo - fyrst og fremst
Havdypp in.fo - fyrst og fremst
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















