Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Thomas Rørdam, hægstirættarforseti

Hægstirættur á vitjan hjá løgmanni

Í hesum døgum vitja 16 hægstirættardómarar í Føroyum. Fyrrapartin vóru teir á vitjan hjá løgmanni úti í Tinganesi.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Thomas Rørdam, hægstirættarforseti

Løgmaður greiddi teimum frá tí nýggjasta sum er hent á rættarpolitiska økinum í Føroyum, eitt nú um dagførdu rættargangslógina, politilógina, revsislógina og nýggju ætlaninar um at byggja nýtt fongsul í Føroyum.

 

Eisini tosaði løgmaður um almennu politisku støðuna í Føroyum seinastu árini, eitt nú um fíggjarsrtøðuna og um almennar útbyggingar.

 

Løgmaður nýtti høvi til at heita á hægstarætt, um oftari enn higartil at viðgera føroysk hægstarættarmál í Føroyum.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Thomas Rørdam, hægstirættarforseti