Herfyri frættist, at norska løgreglan hevur skuldsett ein mann í 50-unum fyri at hava dripið ella viðvirkað til dráp av norsku ríkmanskonuni, Anne Elisaberh Hagen.
Maðurin, sum áður er dømdur at sita í fleiri ár, er ikki handtikin, ei heldur varðhaldsfongslaður, men hevur verið í kikaranum hjá norsku løgregluni í nøkur ár.
Anne Elisabeth Hagen hvarv sporleyst úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, meðan maður hennara, milliarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis.
Eingin veit, hvat hendi kvinnuni, og hon er ongantíð funnin aftur, hvørki sum livandi ella deyð.
Í dag veit norska kringvarpið NRK at siga, at bæði Tom Hagen og familja hansara eru fegin um øll stig, sum kunnu viðvirka til, at gátan um Anne Elisabeth Hagen verður loyst.
##med2##
Tað sigur advokaturin hjá familjuni, Ståle Kihle, við NRK.
- Ríkisadvokaturin hevur enn einaferð reinvaskað Tom Hagen og sligið fast, at maðurin er ósekur, og Tom Hagen hevur einki størri ynski enn, at málið kann verða loyst.
NRK veit eisini at siga, at hvørki Tom Hagen ella familja hansara vilja gera viðmerkingar til, at ein maður í 50-árunum nú er skuldsettur.
Sjálvur sigur hin skuldsetti, sum hevur valt ikki at úttala seg fyri løgregluni, at hann hevur einki við málið um horvnu Anne Elisaberh Hagen at gera, og tað er verji hansara, sum talar vegna hin skuldsetta.
Lesið eisini: Nýggj skuldseting í Hagen-málinum
https://in.fo/news-detail/nyggj-skuldseting-i-hagen-malinum












