Tað var í síðstu viku, at Akstovan boðaði frá, at tey høvdu sent sløk 800 mál um nummarplátumiss til løgregluna, og løgreglan hevur ikki ligið á boðunum.
Tí í fleiri nætur hevur løgreglan tikið nógvar plátur, og aftur í nátt hevur løgreglan verið úti við saksinum. Í nátt vórðu 22 sett av nummarplátum tiknar í Havn og í Eysturoy.
Vaktleiðarin sigur, at enn eru ov nógvir bileigarar, sum ikki hava fingið síni viðurskifti í rættlag, so teir kunnu verða tiknir av listanum, sum Akstovan hevur latið løgregluni.
– Tað hevði verið góð hjálp, um fólk gjørdu sína skyldu, so tey sluppu av listanum.
Vaktleiðarin vist í morgun ikki at siga, hvussu nógvar plátur eru tiknar, men einar 200 sett mundu tær vera í tali. Tað merkir, at eini 600 eru eftir.
Onkrir bileigarar vita, at tey eru á listanum, og hava tí sett bilin sera ólagaliga fyri, eitt nú við at seta hann sera tætt inn ímóti einum veggi – ella beinleiðis við at líma ella skrúva nummarpláturnar fastar, so løgreglan hevur trupulleikar at fáa fatur á teimum.










