Føroyski landsliðsspælarin Hallur Hansson og liðfelag hansara í AC Horsens eru á veg yvir á Sjælland, har teir í kvøld á graslíkisvøllinum í Farum í kvøld klokkan 18 skulu spæla ímóti FCN.
Hetta er triði síðsti dystur hjá AC Horsens í hesum kappingarárinum. Horsens er eitt av seks feløgum, sum kappast um DM. Leikluturin hjá Horsens í DM endaspælinum er lítil, tí liðið er á sætta plássi og hevur ongan møguleika at røkka heiðursmerkjaplássum.
Hallur Hansson og liðfelagarnir hava møguleika at ávirka, um tað verður Brøndby ella FCM, sum verður meistari. Í kvøld er mótstøðuliðið FCN, sum kappast við FCK um bronsuplássið. Um eina viku fær Horsens vitjan av Brøndby, og í síðsta umfari, sum verður annan mánadag ella 2. hvítusunnudag, skal Horsens spæla á útivølli ímóti FCM.
Tá ið FCN 18. apríl var í Horsens, endaði tað 2-2. Í grundspælinum vitjaði Horsens 26. november í Farum. Tá smurdi FCN gestirnar av. Úrslitið var 6-0. Hallur Hansson var skaddur og tískil ikki við ta ferðina.